- Mín sjúka er helst ein av teimum mest ósjarmerandi sjúkunum

- Mín sjúka er helst ein av teimum mest ósjarmerandi sjúkunum
Hvussu er at fáa staðfest kroniska tarmsjúku, tá tú eigur at vera frískur tannáringur? Röddin hevur prátað við Birgith Lassen, sum í 9 ár hevur havt staðfest Colitis Ulcerosa.
18.10.2013 - 08:00

- Sum barn hevði eg altíð ilt í búkinum. Við tíðini gjørdist tað verri. Eg byrjaði at bløða ógvisligt úr tarmunum, og viðhvørt spýði eg blóð. Eg visti væl sjálv, at okkurt var galið, tí eg føldi, at hvørja ferð eg át sjokolátu, fekk eg ilt í búkin. Men eg fortaldi tað ongantíð fyri nøkrum - tað er tað býtta við tarmsjúkum, tí tað er so flóvisligt at tosa um. Mín sjúka er helst ein av teimum mest ósjarmerandi sjúkunum. Tarmar og kukkar eru jú fy-orð hjá teimum flestu, og soleiðis var tað hjá mær. Mamma mín fekk ikki at vita, at eg var sjúk, fyrr enn einaferð tey komu heim úr Danmark. Tað var páskaferia, og eg hevði búð hjá mammubeiggja mínum. Vit høvdu sikkurt etið nógv for nógv páskaregg. Í øllum førum var eg totalt dehydrerað og hevði ógvusligan blóðmangul. Eg lá heima á sofuni, og eg minnist, at eg orkaði illa nokk at lata munnin upp. Men eg fekk so forklárað mammu míni um støðuna, og hon koyrdi meg beint til læknan. Eg bleiv innløgd, og dagin eftir fekk eg staðfest Colitis Ulcerosa, greiðir Birgith frá og fortelur víðari:

 

- Í byrjanini hugsaði eg bara ''Ja, ja, okay, fínt. Og nær kann eg sleppa út aftur?''. Eg var 14 ár og visti sikkurt ikki, hvat tað vildi siga, tá okkurt var kroniskt. Heldur ikki at diagnosan merkti, at eg skuldi liva størstapartin av mínum tannáringalívi á sjúkrahúsinum ella heima í songini. Eg helt bara, at eg kundi fáa heilivág og koma víðari.

 

At byrja við fekk Birgith Prednisolon, sum er vanligasti heilivágurin at byrja við. Hesin heilivágurin hevur nógvi hjáárin; Birgith fekk veskusamlingar og tók av tí sama nógv uppá í vekt og gjørdist í ringum lag. Heldur ikki hjálpti heilivágurin serliga væl uppá búk hennara, so hon varð noydd at royna annan heilivág, sum átti at rigga. Men so var ikki. Birgith royndi allan heilivág, læknin kundi geva henni, sum var ætlaður at basa sjúkuni. Bæði hon og familjan mistu álitið á sjúkrahúsverkið, tá tey ikki dugdu at gera hana fríska við heilivági. At enda varð hon noydd at royna alternativa viðgerð, har hon flutti inn til eina konu, sum gjørdi henni mat, gav henni urtaheilivág og akupunktur.

 

- Familjan mín, sum hevur verið fantastisk allan vegin í gjøgnum, tók í egnan barm og koyrdi meg til alternativa viðgerð hjá Olgu Hentze. Eg flutti faktiskt inn hjá henni á Toftum, og hon gjørdi mær mat, gav mær urtaheilivág og akupunktur, sum skuldi hjálpa. Og tað var tað einasta, sum nakrantíð hjálpti mær ordiliga. Eg hevði verið so niðurundirkomin so leingi, bæði kropsliga og sálarliga. Eg saknaði mín gerandisdag, mína familju og míni vinfólk. Eg hevði ongar kreftir at standa ímóti við. Tá mann fer undir alternativa viðgerð, er tað altavgerandi, at man fylgir tí 100%, og tað hevði eg ikki orku til. So tað gjørdi, at eg bleiv sjúk aftur. Hetta var hálvtannað ár eftir, eg fekk diagnosuna. Á sumri 2006 bleiv eg ordiliga sjúk, og í august bleiv eg flogin niður á Ríkissjúkrahúsið. Eg skuldi fjerna tjúkktarmin, og tað var eingin vegur uttanum eina stomi. Eg var 16 ár, og tað var mín ringasta marra at fáa stomi. Men eg hevði jú ikki yvirlivað, um eg hevði noktað tað. Eg hevði einki val.

 

- Eg hevði stomiina eina tíð, og síðani skuldi eg ígjøgnum tvær skurðviðgerðir fyri at fáa stomiina vekk aftur. Tað árið, tað tók at fara í gjøgnum tær báðar operatiónirnar, var nokk tað ringasta, tí eg var øgiliga plágað av dehydrering og skiftist millum at liggja heima og at liggja á sjúkrahúsinum.

 

Eftir so harða og drúgva sjúkralegu kann verða hart at síggja ljós í endanum á tunnlinum. Men Birgith stríddi seg ígjøgnum hørðu tíðina og hevur tað í dag gott. Ikki vildi hon verið longu ferðina og lívsroyndirnar fyri uttan.

 

- Í dag havi eg tað ordiliga gott. Eg eri glað og føli meg ordiliga priviligeraða uppá nógvar mátar. Eg búgvi í Aarhus við mínum fitta sjeiki og gangi á Journalistháskúlanum. Tað er ein øgiliga krevjandi útbúgving, so tað mesta av mínari tíð fer við lesnaðinum. Men tað er jú nettupp tað vanliga lívið, mann saknar, tá man er sjúkur.

 

Tað var ein nýggj Birgith, sum vaknaði eftir seinastu skurðviðgerðina í mars 2009. Hon plágaðist av møði, vitaminmangul og líknandi, sum mann jú ger, tá mann manglar tjúkktarmin. Og tað eru eisini aðrar fylgjur, sum gikt, afturvendandi bruni ymsastaðni og niðursett immunverja.

 

- Men alt hetta kann mann góðtaka í mun til at hava ein bløðandi tjúkktarm við ógvisligum betendilsi. Tað er kempistórur munur á mínum lívi í dag og fyri 5 árum síðani. Og eg havi lært at seta prís uppá tey heilt basalu tingini sum til dømis at kunna eta og at ganga. Sjálvt um eg sikkurt havi mist nógv, sum hoyrir til ungdómin og kom langt afturúr í skúlagongdini, vildi eg ikki verið upplivingarnar fyri uttan. Eg haldi, at mann lærir rættiliga nógv av at fara ígjøgnum eina harða sjúkralegu sum ungur. Í staðin fyri at sveima við tilvildini og lata lagnuna føra ein fram, noyðist mann at taka nakrar álvarsligar avgerðir. Mann lærir eisini rættiliga tíðliga tað, sum øll fyrr ella seinni sankenna; at lívið er meiri enn popptónleikur og pen klæði. Einsemið og óttan lærir mann at kenna tíðliga í lívinum, og tað er onkuntíð ein fyrimunur. Eg veit, hvar eg havi meg sjálva nú og kann slappa av í mær sjálvari og eri onkursvegna meiri fyrireikað uppá, hvat lívið kann bjóða.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.