Hvat er Twitter?

Mynd frá Twitter.com
Hvat er Twitter?
Føroyingar brúka ikki Twitter. Her er ein stutt forkláring um, hvat Twitter er.
24.10.2013 - 13:30

 

Í nýggja blaðnum Prei, sum kom út í farnu viku, varð varpað ljós á, at føroyingar ikki brúka sosiala miðilin Twitter. Spurningurin um hví føroyingar ikki brúka twitter varð viðgjørdur, og niðurstøðan var tann, at samfelagið er ov lítið, og tað er ikki rokkið til Føroyar enn.

 

Tað eru ikki nógvir føroyingar, ið kenna til twitter av tí sama. Eg fari at royna at geva eina stutta forkláring uppá, hvat Twitter er.

 

Á Twitter hevur tú ikki ”vinir”, men tú hevur møguleikan at ”fylgja” fólki, eins og tey hava møguleika at fylgja tær. Tú stýrir ikki sjálvur, hvør fylgir tær. Profilurin hjá tær er faktiskt opin fyri øllum, eisini teimum sum ikki hava brúkara á Twitter.

 

Hetta er øðrvísi frá Facebook, har tín vangamynd einans er opin fyri brúkarum. Haraftrat kanst tú velja, at bara vinir sleppa at síggja tína vangamynd.

 

Facebook lovar tær at kjatta, spæla spøl og posta alt, tú vilt. Meðan twitter er grundað á smá boð uppá 140 tekin. Hetta er einasti mátin tú kanst deila boð uppá, og verður kallað ”tweets”. Tú kanst t.d. ikki skriva eini long boð og koma við einum longri boðskapi í einum tweet; her mást tú ofta klikka teg víðari frá einari leinkju.  

 

Hetta ger, at tað verður skjótari og einfaldari fyri Twitter brúkaran at netverka seg. T.d. brúka tíðindastovnar í útlondunum nógv Twitter. Skjót og stutt boð, kanska eina yvirksrift, sum síðan leiða ein víðari til teirra heimasíðu.

 

Fyritøkur uttanlanda brúka Twitter til at branda teirra felag. Twitter ger tað nógv skjótari at fáa ein konkretan boðskap út í mun til Facebook. Kend fólk gera eisini nógv av at nýta Twitter við milliónavís av fylgjarum.

 

Í Føroyum er hetta ikki gjørligt, tí tað eru ikki nóg nógvir føroyingar, ið brúka Twitter.

 

Tað er torført at koma í gongd við Twitter, tí tú byrjar við at eingin fylgir tær, og tú fylgir ongum. Tá mann hevur bygt sær eitt størri netverk upp, verður tað stuttligari, eins og tað er meiri áhugavert at brúka facebook, tá mann hevur eitt stórt netverk.

 

Sambært blaðnum Prei er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn føroyingar taka Twitter tænastuna til sín. Við blaðið sigur Arni Zachariassen, ið er ein virkin Twitter brúkari m.a:

 

- Ein orsøk til, at eg brúki Twitter er, at tað onkursvegna er meira góðtikið at spamma við tilvildarligum tonkum og áhugaverdum leinkjum. Twitter er sostatt eitt teppi, har eg sópi alt tað talgylda óruddið inn undir fyri at halda Facebookveggin ruddiligan.

 

Yvir 200 milliónir aktivir Twitter brúkarar eru runt heimin, í Danmark liggur tað millum 50.000 og 100.000 brúkarar.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.