Heiðrik: - Eg føli altíð, at eg kundi gjørt tað betri

Heiðrik: - Eg føli altíð, at eg kundi gjørt tað betri
Tónleikarin, filmsstjórin og listafólkið. Heiðrik á Heygum hevur gjørt nógv um seg seinastu árini á ymsum pallum. Men hvør er persónurin handan hugtakandi videoløgini og kenslubornu tónarnar?
28.10.2013 - 05:45

Heiðrik á Heygum - ella Heiðrikur Brynjolfur Thomas á Heygum, sum hann eitur á pappírinum - er eitt navn, sum hevur verið nógv frammi í miðlunum seinastu árini. Tey fyrstu árini vóru tað serliga tónleikurin og evnini at tekna og mála, sum gjørdu um seg, men slag fyri slag komu við tíðini eisini fløguhúsar, digitalar myndir, videoløg og stuttfilmar. Í dag sær mann sjáldan eina grein ella eitt innslag, har Heiðrik ikki verður umrøddur sum eitt multitalent – ein persónur við gávum, sum ikki eru avmarkaðar til eitt øki, men sum fevna breitt, og sum allarhelst eisini fara at halda fram við at hugtaka og yvirraska.

Næsta mánað fyllir drongurin, sum altíð hevur óttast at gerast vaksin, 30 ár, og vit líta saman við Heiðriki aftur á, hvat er hent seinastu árini. 

 

Tað er ongin ivi um, at tað í dag verður sæð sum okey kul at hava filmsstjóri, tónleikari og listafólk á CVnum. Soleiðis var tað ikki fyri 15 árum síðan, tá ein ónøgdur tannáringur við appelsingulum hári og trompetbuksum sat einsamallur í sínum kamari og lurtaði eftir Kate Bush og Björk og teknaði. Veggirnir vóru tapetiseraðir við X-files og tónleikaplakatum, og í skúlanum hevði hann ikki nógvar vinir.  

 

- Eg haldi, at eg livdi í ótta alla tíðina sum barn, tí eg var øðrvísi uppá allar mátar og føldi ongantíð, at eg passaði inn. Eg var totalt ein sovorðin klisje úr amerikonskum highschool filmum - har eru ítróttarfólkini, tey populeru og so the weirdo in art class, greiðir Heiðrik frá. Hóast hann vanliga býr í Keypmannahavn, har hann gongur á filmsskúla, er hann í løtuni í Føroyum fyri at leggja síðstu hond á eitt lag saman við Gretu Svabo Bech.

 

Vit sita á Hvonn, og meðan Heiðrik greiðir frá, kemur og fer tann vanligi hópurin av barnafamiljum, unglingum, miðaldrandi cafe latte-mammum og anonymum jakkasettum, sum njóta eina øl eftir ein loknan arbeiðsdag.

 

- Eg var rættiliga rebelskur uppá mín egna máta. Eg royndi ongantíð at passa inn. Eg var øgiliga treiskur, so ístaðin bleiv eg bara súrur og var emo. Eg hevði eina lítla kliku av fólkum, sum eg fylgdist við fyri at tryggja meg sjálvan. Vit teknaðu nógv, men tað var ikki kul tá. Yvirhøvur ikki. Tað var bara “ná, hví sparkar tú ikki fótbólt?” Eg var kortini ongantíð happaður ella fekk bank í skúlanum, tí eg ignoreraði tað bara, um onkur segði okkurt við meg. 

 

Tað var ikki fyrr enn nøkur ár seinni, tá ið Heiðrik gekk ímóti 20, at hann endiliga gjørdist partur av einum størri felagsskapi. Í Hoydølum møtti hann fólkum, sum eisini dámdi at spæla tónleik og at fáast við list, og fleiri teirra eru framvegis vinir hansara í dag. Hetta hevur eisini úrslitað í fleiri tónlistarligum samstørvum.

 

- Eg haldi, at vit øll droymdu um, at vit skuldu flyta vekk og gera okkara feitu ting.

 

Og yvirtaka heimin?

 

- Ja, og yvirtaka heimin! Tað er soleiðis, mann skal vera. Eg haldi, at vit hava tað eitt sindur soleiðis enn. Tað er ein góð ambitión. Í tað minsta at royna at yvirtaka okkurt, sigur Heiðrik flennandi.

 

Í 2007 gav hann fyrstu fløgu sína út, An Invisible Gun. Ein rættiliga døpur, men í føroyskum høpi nýskapandi fløga við nógvum elektroniskum elementum, sum serliga viðgjørdi tað at kenna seg fremmandagjørdan í føroyska samfelagnum, samleika og frustratiónir. Ein tóni, sum hann seinni gjørdi upp við í stuttfilminum Sigarett frá 2010, har høvuðspersónurin, sum er Heiðrik sjálvur, varnast, at bara hann og ikki Føroyar ella nakar annar hevur ábyrgdina av, hvussu hann hevur tað.

 

- Jú eldri mann blívur, jú meira finnur mann útav, at tað snýr seg ikki um, hvar tú ert, men hvussu tú ert. Tú ger tað til tað, sum tú vilt. Sigarett var ein uppgerð við mítt forhold til Føroyar.

 

Seks ár eru nú liðin, síðan fyrsta fløgan hjá Heiðrik kom út, og tann næsta hevur leingi verið ávegis. Eftir ta fyrstu fløguna skrivaði hann sáttmála við eitt plátufelag, sum ikki helt sínar skyldur. Heiðrik var fangaður og slapp ikki at geva tónleikin hjá sær út uttan um plátufelagið, og tí komu videoløgini. Tey vóru einasti mátin hjá honum at fáa tónleikin hjá sær út, og tað úrslitaði eitt nú í sjónbondunum “Blonde”, “OMG” og “Maria’s Donkey”, sum øll komu út í fjør.

 

Heiðrik er ikki bundin at sáttmálanum við plátufelagnum longur og er nú knýttur at einum managementi í Týsklandi, sum arbeiðir við at fáa tónleikin hjá honum út. Eftir ætlan kemur næsta fløgan út innanfyri eitt ár.

 

- Eg havi nokk av tilfari til tríggjar ella fýra fløgur. Eg havi tosað við Universal og onnur plátufeløg, og tey eru øll áhugað. Tey siga, at eg mangli bara hittið, greiðir Heiðrik frá.

 

Tað er kortini ikki bara ein nýggj fløga, sum liggur í kortunum. Í løtuni skrivar Heiðrik tónleik saman við Gretu Svabo Bech, hann er um at verða liðugur við videolagið “Bulimia” , í novembur kemur videolagið “Rain”, sum hann ger fyri Eivør, og í næsta ár ætlar hann sær at gera ein horrorfilm.

 

- Eg eri ongantíð 100% nøgdur við nakað, sum eg havi gjørt. Eg føli altíð, at eg kundi gjørt tað betri. Tað gevur eitt drive, men mann fellur eisini onkuntíð í fátt. Eg haldi, at listafólk eru øgiliga destruktiv. Tað er tí, tey blíva við. Tey bróta seg niður og byggja seg upp aftur. Tað er ein sjálvgranskan – mann leitar eftir tingum innaní sær sjálvum og roynir at broyta tey.

 

Kanska er tað tí, at tú ert so emo?

 

- Ja, nevniliga! Eg eri ræðuliga emo, men humorin bjargar mær. Tað einasta, sum bjargar mær er, at eg kann flenna eftir mær sjálvum. Tað er for strævið at taka seg sjálvan for seriøst.

 

Ein avbjóðing, sum kortini er alt annað enn stuttlig, er at fáa endarnar at røkka saman fíggjarliga. Tað er ikki lætt at liva av at vera listafólk, og skúlin, sum Heiðrik gongur á, er ikki SU-góðkendur. Tí má hann taka so nógvar uppgávur á seg sum møguligt uttanfyri skúlan fyri at fáa ráð til leigu og mat. Hetta merkir eisini, at vit í framtíðini ikki fara at síggja eins nógv videoløg frá Heiðriki, tí serliga videoløgini krevja sera nógva tíð og geva lítið og onki av sær fíggjarliga.

 

- Eg havi havt 8-16 arbeiðir, tá eg var yngri. Tað riggaði yvirhøvur ikki, sigur Heiðrik flennandi.

 

- Eg føldi, at tað drap meg kreativt, tí eg visti, at eg kundi gera nógv feitari ting. Lønin var har, men eg hugsaði bara, eg blívi ikki glaður av hesum.

 

- Eg havi eisini havt tíðarskeið í mínum lívi, har eg havi hugsað “Heiðrik, tú gert fanin onki. Tú gert ongan mun. Tú situr bara har og grenjar og spælir uppá tín klynkegittar ordiliga “øøøv, synd í mær”. Far til Afrika og bjarga onkrum lívum, tú veit!” Eg eri kortini komin fram til, at eg havi fingið tey evnini, eg havi fingið, av onkrari grund og so heldur brúka tey til at gera ein mun við. Tí havi eg sett mær fyri at gera list, sum fær fólk at hugsa, ella sum ávirkar ella broytir tey. Mær dámar væl at provokera og at spyrja fólk, hví tey verða provokerað, ella hví tey blíva rørd. Tað er nógv meira týdningarmikið fyri meg enn at blíva kendur og at fáa viðurkenning, sigur Heiðrik at enda.  

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.