- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lou Reed andaðist í gjár

Í gjár var ein sorgardagur fyri nógvar tónleikafjepparar. Kendi sangarin, sangskrivarin og gittarspælarin úr The Velvet Underground, Lou Reed, doyði 71 ára gamal. Deyðsorsøkin er ókend, men í mai var hann undir skurviðgerð og fekk eina nýggja livur.
Lou Reed stovnaði saman við John Cale bólkin The Velvet Underground í 1964, sum tá var sera umstríddur og bjóðaði normunum innan rokktónleik av. Bólkurin eydnaðist ikki væl kommersielt og seldi einans 30.000 eintøk av fyrstu fløguni "The Velvet Underground & Nico". Bæði fløgan og bólkurin fingu kortini kult-status seinni, og The Velvet Underground verður í dag mettur at vera í millum teir mest umráðandi bólkarnar frá tí tíðini.
Í 1970 fór Lou Reed sína egnu leið og gav millum annað kendu løgini "Take a Walk on the Wild Side" og "Perfect Day" út. Hann hevði fýra útgávur við The Velvet Underground og meira enn 20 soloútgávur á baki, tá hann andaðist.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




