The Random Show við nýggjum tilfari

The Random Show við nýggjum tilfari
Skemtirøðin The Random Show er í dag komin við einum nýggjum sjónbandi. Hesa ferð er talan um eitt satirusjónband um Skálafjarðartunnilin.
29.10.2013 - 09:15

The Random Show hevur áður gjørt um seg á Youtube og Facebook. Tit kenna teir kanska frá reklamuni um id-voks, har vakturin í Rex spyr teir um ID. Teir taka fram eina krukku av id-voksi og sleppa inn uttan trupulleika. Hetta fekk fleiri enn 1000 likes á Facebook.

 

Nú hevur The Random Show aftur nýtt tilfar klárt. Í hesum sambandi hevur Röddin fingið orðið á dreingirnar aftanfyri skemtirøðina, og teir forklára, hvussu teir byrjaðu uppá teirra væl umtóktu “hobby”.

 

- Fyrst og fremst hava vit allir havt áhuga fyri filmi, síðan vit vóru heilt lítlir. Vit byrjaðu í Nám-X, har vit høvdu lærugreinina “Film-list og dramabreyt”. Vit fingu sum uppgávu, at gera eitt sjónband. Vit fingu heilt fríar teymar og valdu at gera skemturøðina “The Random Show”, ið var eitt ógvuliga alternativt navn at hava, nú tá vit eru nakrir flatir fýrar. Eftirsum at hetta bleiv væl móttikið, valdu vit at koyra tað víðari, siga dreingirnir aftanfyri skemtirøðina.

 

- Vit eru fimm undirfullir og lekkrir dreingir ið eita Herman E. Winther, Bjørn M. Mohr, Gilli N. Lorenzen, Gunnar Thomsen og Tórur S. Hansen. Íblásturin kemur av okkara egna hugflogi – ella rættari sagt seta vit okkum saman og eta rosinur og deila okkara sýraðu tankar… siga teir, tá spurt verður um, hvar teir fáa íblástur frá.

 

Fyri tveimum vikum síðani stóð at lesa á Facebookvangamynd teirra, at vit skjótt kundu vænta eitt nýtt sjónband frá teimum. Viku seinni kom ein “teasari”, og harvið varð staðfest, at filmurin kom at snúgva seg um Skálafjarðartunnilin.

 

- Nú eru vit fegnir um at eitt nýtt sjónband kemur út í skemtirøðini, The Random Show. Nýggja sjónbandið er eitt satiru sjónband, ið snýr seg um sendingina, ið Kringvarp Føroya gjørdi: “Skálafjarðatunnilin – kosta hvat tað kosta vil”.

 

Dreingirnir handan The Random Show meina, at satira er umráðandi í einum samfelagi. Vit hava sæð nógva satiru í sosialu miðlunum í seinastuni, m.a. myndinina av Kaj Leo sum “Miss Álit”. Eftir myndina varð kjakað, um myndin varð yvir markinum í satiruhøpi. The Random Show meina ikki, at teir fara yvirum nakað mark í teirra satirusjóbandi.

 

- Ætlanin er ikki at fara yvirum markið, og tað halda vit heldur ikki, at vit fara. Hetta er bert skemt og vit meta, at tey flestu fara at skilja tað sum skemt, siga teir og halda fram:

 

- Vit halda, at satira skal vera í einum samfelagi, men har skal sjálvandi vera eitt mark. Um satira var bannað, er tað sostatt ikki talufrælsi, tískil má ein sjálvur vita, hvar markið er. Og tað er so tann ábyrgdin, ið fylgur við talufrælsinum.

 

Tá spurt verður, um vit koma at  síggja meir til teir í framtíðini, siga teir:

 

Man ikki tað? So leingi vit megna at seta okkum saman og geva okkum tíð til tað, so ja. Tí hetta er nakað, vit allir brenna fyri, siga teir at enda.

 

Sjónbandið er á Youtube, og kann síggjast her.

 
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.