Erla-Maria: - Eg havi altíð verið meira til tað kreativa enn tað bókliga

Mynd umvegis facebook.com/emjjewellery
Erla-Maria: - Eg havi altíð verið meira til tað kreativa enn tað bókliga
Erla-Maria Jørgensen er dugnaligi smúkkusniðgevin og -smíðarin handan EMJ Jewellery, og 9. november hevur hon smúkkusýning í Perluni. Röddin hevur verið á gátt hjá Erlu-Mariu.
30.10.2013 - 13:00

 

Erla-Maria Jørgensen er ein nýhugsandi føroyskur smúkkusniðgevi, sum síðani 2010 hevur havt sítt egna virki, EMJ Jewellery. Hon hevur drúgvar royndir innan sniðgeving og smíð av smúkkum. Men hvaðani stavar hugurin at gera smúkkur?

 

- Tað byrjaði, tá eg gekk á fyrsta árinum í Studentaskúlanum. Eg havi altíð verið meira til tað kreativa, enn tað bókliga. Smúkkur hava faktiskt ongantíð ordiliga havt mín áhugað, hvørki at ganga í teimum ella at hugsa um tær. Tað var faktiskt ein genta á skúlanum, sum spurdi, um eg nakrantíð hevði hugsað um at verða gullsmiður, eftirsum mær dámdi so væl tað kreativa. Tað hevði eg ikki, so eg las eitt sindur um tað, og royndi meg á skeiði á kvøldskúlanum. Tað var ordiliga spennandi at finna útav, hvussu mann ger smúkkurnar, og beinanvegin fyrsta kvøldið á skúlanum fann eg útav, at hetta var akkurát eg. Tað gevur nógvar avbjóðingar, tá tað er okkurt lítið, mann situr við, og tað elski eg. Eg fall beinanvegin fyri tí, og so koyrdi tað bara harfrá. 

 

- Aftaná fyrsta árið á student fann eg útav, at skúlin var ikki akkurát nakað, sum eg tímdi, so eg royndi at finna meira útav, hvussu eg kundi koma víðari við at arbeiða sum gullsmiður. So har var lestrarvegleiðari og alt uppií, og frá teimum fekk eg hjálp og íblástur.

 

Vit sita í lítlu, hugnaligu íbúðini hjá Erlu-Mariu, og á einum borðið í horninum stendur eitt búr við einum grønum, hoppandi fulgi.

 

- Eg byrjaði í smáum í 2003. Eg hevði ikki mítt egna verkstað tá, men eg hevði ein so øgiliga góðan vinmann í familjuni, sum var silvursmiður, og eg slapp at lána verkstaðið og amboðini hjá honum. Eg var har fleiri kvøld á rað og næstan hvørt vikuskifti. Síðani tók eg eina grundútbúgving innan gullsmið í Danmark og havi arbeitt sum gullsmiður og innan desgin síðan tað. Eg byrjaði mítt egna virki, EMJ Jewellery, í 2010.

 

Íblástur fær Erla-Maria frá føroysku náttúruni og tí, sum hon annars sær, at fólk ganga við. Smúkkurnar, sum hon ger, eru ráar, men eisini rættiliga einfaldar - soleiðis, sum henni dámar tær best.

 

- Eg veit ikki ordiliga, hvaðani eg fái íblástur. Føroyska náttúran gevur mær meira íblástur nú, enn hon gjørdi fyrr. Tað hamarsliga er nokk mest frá ráu nátturúni í Føroyum, sum er rættiliga kul, haldi eg. Eg hyggi nógv eftir smúkkunum, sum fólk ganga við - tað er kanska mest ein arbeiðsskaði, flennir Erla-Maria.

 

- Tankin um at hava mína egnu smúkkusýning, havi eg havt leingi. Eg havi bara ikki ordiliga havt møguleika at gera tankan til veruleika fyrr enn nú. Eg visti, at tað fór at fara við nógvari av mínari tíð, so eg fekk ikki lagt hana til rættis, meðan eg gekk í skúla. So nú helt eg, at tað skuldi verða! 

 

EMJ Jewellery hevur framsýning í Perluni 9. november kl 20. Tað er avmarkað atgongd, og atgongumerki á 100,- fáast í Baresso og hjá Sould Made. Umframt smúkkushow verður eisini okkurt ábit, vælkomstdrink og tónleikur.

 

- Hetta verður ein øðrvísi sýning. Eg havi fingið Dan Helga í Gong at gera tónleik bara til hetta tiltakið. Oddvør Skarðhamar fer at gera mat, og har verður ein lítil barr, vælkomstdrinks og ein lítil smúkkusøla. Modellirnar fara at ganga á depodium, men eisini ímillum fólkini, so fólk kunnu síggja smúkkurnar ordiliga. Seinni koma Lover Lover at spæla nøkur løg, og tað haldi eg fer at rigga væl til tiltakið. Sýningin verður rættiliga elektronisk í tí.

 

- Hetta verður ein lítil roynd, ein sýning í mini-stødd. Tiltakið verður í Perluni, og tað verða ikki so nógv fólk, sum sleppa inn. Men hvør veit? Kanska verður ein størri sýning í framtíðini, sigur Erla-Maria at enda.

 
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.