Tuberklar í Hoydølum

Tuberklar í Hoydølum
Tveir skúlanæmingar í Studentaskúlanum í Hoydølum eru blivnir smittaðir av tuberklum. Heilsumynduleikarnir hava sett kanningar av bæði næmingum og lærarum í verk.
30.10.2013 - 20:30

Verður ein næmingur sjúkur av tuberklum, eiga floksfelagirnir og lærarinir at verða kannaðir eisini. Men so varð ikki, tá ein næmingur fyri hálvum øðrum ári síðani fekk staðfest tuberklar. Hetta hevði við sær, at enn ein næmingur fyri stuttum er vorðin smittaður og lítli nýføðingur hennara við. At heilsumynduleikarnir ikki settu kanningar í verk beinanvegin, tuberklarnir vórðu staðfestir, harmar rektaran í Hoydølum, Herleif Hammer. 

 

- Vit áttu sjálvandi at verðið kunnað um, hvat feilti tí fyrra næminginum. Eg hugsi, at tey fólkini og tann flokkurin, sum tann næmingurin hevur samband við her á skúlanum, áttu at verðið kannað. Í slíkum føri skal mann bera seg øgiliga skjótt at, eisini fyri at fólk skulu føla seg trygg, segði Herleif Hammer í samrøðu við Kringvarp Føroya í dag.

 

Heilsumynduleikarnir hava nú sett kanningar av yvir 30 næmingum og lærarum í verk. Verða fleiri næmingar í sama skúlaflokki við smittuni funnir, verða enn fleiri næmingar kannaðir, til dømis teir, sum næmingarnir hava havt valfak saman við.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.