Góðan movember-mánað!

Góðan movember-mánað!
Oktober er vorðin november, og nú er aftur tíðin komin hjá monnum at lata skeggvøksturin fáa frið og vaksa sær eitt flott ‘stache. Men hvat er hetta yvirhøvur fyri eitt fyribrigdi, og hví er ,Movember‘ vorðin ein heimsumfatandi siðvenja?
04.11.2013 - 07:45

 

Í stríðnum ímóti bróstkrabba verður ljósareyða sloyfan nýtt sum symbol. Yvirskeggið er ljósareyða sloyfan, tá ið sjóneykan verður sett á heilsustøðuna hjá monnum.

 

Nær varð november broytt til movember? Tað vóru nakrir vinmenn í Melbourne fyri 10 árum síðani, ið hildu, at tað fór at verða stuttligt, um yvirskeggið aftur gjørdist móti. ,No shave November‘ er nú heimskent, tí tá ið vinmenninir sóu, hvussu stuttligt og væl umtókt tað varð, byrjaðu teir at savna pengar inn á hendan hátt og geva pengarnir til vælgerðastovnar og seta sjóneykuna á heilsustøðuna hjá monnum.


Samstundis sum mann setur nógv fokus á lívmóðurhálskrabba og bróstkrabba, so verður heilsustøðan hjá monnum viðhvørt skumpa eitt sindur til síðis og gloymd burtur. Tølini fyri prostatakrabbamein eru líka høg sum tølini fyri bróstkrabba, og tørvur hevur verið á at seta fokus á trupulleikan.

 

Í dag er longu 4. november, so um tú vilt vera við í rørsluni og prýða andlitið við einum flottum ‘stache, so snýr tað seg um at sleppa av við allar rakigreiður skjótast gjørligt og lata skeggvøksturin sláa seg leysan. Yvirskegg er tó ikki yvir feitt, so ikki gloyma at raka tær aftur 1. desember!
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.