- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjar boppur, færri rukkur, einki hár
Á býarbussunum í danska høvuðsstaðnum er ein stór mynd av einari óveruliga vakrari, naknari kvinnu. Og óveruligt er júst tað, sum tað er. Hetta er nevniliga ein lýsing fyri Nygart, ið bjóðar plastik skurðfrøði. Myndin hevur elvt til stórt kjak í Danmark. Millum annað hevur ein 17-ára gomul genta funnist at hesum í einum lesarabrævið á Politiken:
- En nøgen kvinde med plastikhud og skinnende hår spreder sig ud foran mig. Hver eneste dag, når jeg tager metroen i skole, er det det, jeg ser: reklamen for Nygart, ny, ny, ny. For selvfølgelig er en ny version af dig selv meget bedre end den nuværende, skrivar Anna Trads Viemose og heldur fram:
- Reklamen indsætter sig i mit hoved som et mantra, uden at jeg lægger mærke til det: nye bryster færre rynker ingen hår nye bryster færre rynker ingen hår nye bryster færre rynker ingen hår.
Serlæknin Jesper Nygart heldur hinvegin ikki, at lýsing teirra ber ábyrgdina fyri, hvussu ungdómurin heldur fyrimyndarkroppin síggja út. Heldur meinar hann, at ábyrgdin liggur hjá bløðum, filmum og sjónvarpsrøðum.
- Tað eru jú miðlarnir, sum bera høvuðsábyrgdina av at presentera fyrimyndarkroppin, og eg haldi í roynd og veru ikki, at vit við okkara lýsing flyta so nógv í tilvitskuni hjá fólki, segði hann í samrøðu við Jyllands-Posten.
Lýsingin fekk eisini danska Kvinnuráðið at geva út Go-Cardátakið "Bryster Made by Nature" í september. Her vóru tað 17 kvinnur, sum vístu síni beru og púra nátúrligu bróst fram til almenningin at síggja í vón um at fáa danska fólkið at seta spurnartekin við idealiseringina av kvinnukroppinum, sum Nygart presenterar.
- Vit hava fingið ordiliga nógv jaligt feedback um átakið. Fólk hava takkað okkum fyri umrøða evnið, og yvirhøvur hava vit upplivað, at fólk gjarna vilja kjakast um hetta, sigur Randi Theil Nielsen, sum er fyristøðufólk í Kvinnuráðnum.
Kynsgranskarin Kenneth Reinicke heldur tað vera áhugavert at síggja, hvussu nógv nakni vit kunnu góðtaka í samfelagnum, tá tað snýr seg um kvinnukroppin. Tí sama mongdin er als ikki galdandi fyri kallkynið.
- Mann hevði slett ikki kunnað ímynda sær ein naknan mann koma gangandi oman eftir Strøgnum við tekstinum "3 minuttir til eina murtaoperatión". Ella sæð ein murt hanga á bussinum fyri tað skyld. Tað hevði ikki hent. Á tann hátt liva vit framvegis í einum patriarkalskum samfuelag, har vit mannfólk fasthalda, at tað eru vit, ið eru eygleiðarinir, sigur Kenneth.
Les lesarabrævið hjá Anna Trads Viemose her
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |