- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirskotið fer til Fountain House Føroyar

Í tíðarskeiðnum 2006-2009 framførdi leikbólkurin TVAZZ leikirnar: Køksdrotningarnar, Fundamentalisturin og 4:48 Psykosa.
- Allir leikir vórðu framførdir fyri útseldum húsum, gravgangur var eftir plássum og allir leikirnir elvdu til kjak, annaðhvørt undran, virðing, andstygt ella eini boð um, at hol var brotið ígjøgnum onkran múr, skrivar Sprotin um leikirnar í nýggju bókina Nýtíðarleikir eftir Gunnvá Zachariassen, sum júst er komin út.
Allir pengarnir av søluni av bókini fara óskerdir til Fountain House Føroyar til minnis um Rasmus Rasmussen. Stutt eftir, at tónleikarin, Rasmus Rasmussen, doyði í fjør, tóku nøkur fólk stig til at seta á stovn eitt Fountain hús í Føroyum, ið er ætlað sálarsjúkum fólki. Áðrenn hetta hevði tað verið nógv frammi, at tørvur var á slíkum húsi, men eftir deyða Rasmusar kom ordiliga glið á arbeiðið. Ein vælgerðagrunnur varð settur á stovn í Rasmusar navni, og tann 1. oktober 2013 kundu tey gleðiliga boða frá á heimasíðu sínari, at landið hevði valt at givið 2 milliónir til at seta eitt Fountain House á stovn í Føroyum.
Í pappírsbókini, Nýtíðarleikir, eru teir tríggir leikirnir: Køksdrotningarnar, Fundamentalisturin og 4:48 Psykosa, ið allir grava djúpt inn í mannasinnið og sálina.
Sprotin skrivar soleiðis um leikirnar:
Køksdrotningarnar – tríggjar skrindur skræða seg um allan lort. Her rýkur teksturin úr munninum, tríggjar kvinnur, sum allar hava sínar lystir, síni dulsmál, sínar dreymar.
Fundamentalisturin – ein leikur um trúgv – og vón og kærleika. Leikhøvundurin Juha Jokela vann norðurlendsku leikritavirðislønina í 2008 við Fundamentalistinum.
4:48 Psykosa – ein ferð inn í tunglyndi og djúpa sálarkvøl.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




