Gravity rúnabindur ummælarar og hyggjarar

Gravity rúnabindur ummælarar og hyggjarar
Ein av filmunum, sum sannlíkt fer avstað við fleiri Oscar-heiðurslønum fyri 2013, er Gravity, sum av ummælarum m.a. er skýrdur at vera eitt meistaraverk og ársins filmur.
12.11.2013 - 11:00

Nýggi filmurin Gravity, sum meksikanski Alfonso Cuarón hevur filmsstjórnað, hevur bergtikið áskoðarar og ummælarar í hópatali. Filmurin er ein spenningsfilmur í 3D, sum fer fram í rúmdini. Framúrskarandi medisinverkfrøðingurin Dr. Ryan Stone (Sandra Bullock) er á sínu fyrstu ferð í rúmdini við roynda austronautinum Matt Kowalsky (George Clooney), tá ið eitt óhapp hendir, og rúmdarskipið verður oyðilagt. Stone og Kowalsky eru sostatt púra einsamøll í rúmdini við daprum útlitum at yvirliva. 

 

Sambært filmsheimasíðuni Rottentomatoes.com eru 97% av 273 ummælum positiv, og miðal stigatalið er 9.1 útav 10. Áskoðararnir eru eisini sum heild væl nøgdir - 83% hildu, at filmurin var góður, og fær hann 4,3 stig útav 5. Á IMDb hava 137.098 brúkarar í miðal givið Gravity 8,5 stig útav 10. 

 

- Cuarón vísir ting, sum ikki kunnu vera, men sum á undurfullan hátt eru, í ræðandi, vakra veruleikanum í rúmdini yvir heimi okkara. Um filmsfortíðin er deyð, vísir Gravity stórleikan í framtíðini hjá filmlistini, skrivar Richard Corliss fyri stóra, amerikanska blaðið Time. 

 

Gravity, sum varð frumframsýndur á altjóða filmsfestivalinum í Venedig síðst í august, hevði frumsýning í Føroyum og í Danmark í síðstu viku. Filmurin skuldi upprunaliga longu verið sýndur í novembur í fjør, men filmsstjórin og lið hansara valdu at útseta frumsýningina, so meira tíð var at arbeiða við digitalu effektunum. Filmsstjórin hevur eisini fingið nógv rós fyri at fáa tað besta burturúr 3D-tøknini. 

 

Hvat helt tú um Gravity? Livir hann upp til nógva rósið og flottu ummælini? 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.