- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj útlendingalóggáva í Danmark
Sjey ára gamla gentan, Im Nielsen, varð sunnudagin útvíst úr Danmark saman við mammu síni. Maðurin hjá mammu Im doyði í 2012 av krabbamein, og tí mettu útlendingamyndugleikarnir, at Im og mamman høvdu størri tilknýti til Thailand enn Danmark. Tey hava búð í Danmark í fýra ár.
Hetta hevur sett gongd í eitt stórt kjak um donsku útlendingalóggávuna. M.a. eru á Facebook fleiri síður til frama fyri at stuðla Im og mammu hennara. Síðan ”Vi er imod, at Im og hendes mor er udvist” hevur í skrivandi stund góðar 86.000 fjepparar.
Í gjár vórðu allir flokkarnir uttan Dansk Folkeparti einigir um eina lógarbroyting av útlendingalóggávuni. Broytingin inniber, at útlendingar, sum missa sín danska maka, ikki verða útvístir úr Danmark, so leingi viðkomandi hevur gjørt ein innsats fyri at integrera seg í samfelagið, skrivar Berlinske.
Eisini hava aðrir persónar, ið hava mist teirra uppihaldsloyvi innanfyri tvey ár, møguleika at venda aftur til Danmarkar, tá lógin er viðtikin. Sambært Berlinske.dk eru í tíðarskeiðnum 2005-2010 1.043 útlendsk børn blivin noktaði at búgva í Danmark við teirra foreldrum - so Im er bara ein av túsund.
Hetta vil siga, at Im og mamma hennara nú fáa møguleika at flyta aftur til Danmarkar.
Dansk Folkeparti, sum er kent fyri sín restriktiva tilflytarapolitikk, atkvøddi ímóti uppskotinum.
- Vit halda, at tað er sjuskut at atkvøða fyri einari lógarbroyting, sum mann ikki kennur avleiðingarnar av, sigur útlendingaorðstýrarin, Martin Henriksen við eb.dk
Meðan Martin Henriksen og restin av DF eru ónøgd við lógarbroytingina, eru flest øll onnur bjartskygd. T.d. skrivar formaðurin í Venstre, Lars Løkke Rasmussen hetta á Facebook:
- Tillukku til Im og mammu hennara. So lat tað seg kortini gera, sjálvt um stjórnin meinti nakað annað at byrja við. Vit skulu hava ein fastan og rættvísan útlendingapolitikk. Eg ynski eitt opið Danmark fyri tey, ið kunnu og vilja og eitt hermetiskt lukkað Danmark fyri tey, ið ikki vilja!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |