Alkohol skaðiligari enn ecstacy

Mynd umvegis dr.dk
Alkohol skaðiligari enn ecstacy
Granskarir hava við støði í persónligum og samfelagsligum skaða kannað, hvørji rúsevni eru vandamiklast.
15.11.2013 - 11:45

Ein bólkur av granskarum hava, við professor David Nutt á odda, kannað mest útbreiddu rúsevnini og funnið fram til, hvørji í veruleikanum eru tey mest skaðiligu. Evnini vóru dømd eftir sekstan kriterium, sum granskarirnir høvdu stillað upp - frá vandanum at doyggja av ov høgari nøgd, til vandan at verða sálarsjúkur, til samfelagsligar skaðar, sum til dømis øktur harðskapur og ferðsluóhapp.

 

Kanningarnar stava fimm ár aftur í tíðina, tá granskarar kannaðu tjúgu ymisk rúsevni. Herímillum alkohol og tubbakk, sum vórðu mett nógv vandamiklari enn eitt nú ecstacy, 4-MTA og LSD. Evnini fingu stig frá 1 til 100, har tey við hægsta talinum vóru mest skaðilig. Alkohol varð mett til eitt samlað met á 72, meðan psilocybinsvampar ikki fingu meira enn seks stig.

 

- Alkohol oyðileggur samsýningarskipanina í heilanum, so alt - líkasum við øðrum vanaelvandi evnum - snýr seg um at inntaka hetta evni. Harafturat kann tað geva ekstrem abstinenteyðkenni hjá fólki, sum eru bundin, og mann kann faktiskt doyggja av teimum. Og tað kann mann ikki av serliga nógvum øðrum abstinenteyðkennum, sigur David Erritzøe, lækni, í donsku sendingini Afsløringen.

 

Skaðiligheitin av hvørjum evni varð mett útfrá skaðarnar, tey hava á einstaka brúkaran og skaðarnar, tey hava á samfelagið. Fyri einstaka brúkaran lógu heroin, crack, kokain og metamfetamin á odda sum mest skaðiligu evnini, meðan alkohol, crack og heroin eru mest skaðiligu evnini fyri samfelagið.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.