Guðrun & Guðrun umrøddar í stórum enskum miðli

Guðrun & Guðrun umrøddar í stórum enskum miðli
Stjørnutroyggjan hjá Guðrun & Guðrun hevur nú aftur vakt ans í miðlunum. Hesa ferð er tað enska blaðið The Observer, sum hevur eina longri grein um føroyska merkið.
18.11.2013 - 21:00

- Vælumtókta danska røðin Forbrydelsen (The Killing) er kanska yvir og farin, men mótaarvurin hjá kendu føroysku troyggjuni livir víðari. Ikki síðan Dorothy varð sett saman við reyðu skónum, hava høvuðspersónur og búni verið so væl sett saman sum Sarah Lund og handan troyggjan, skrivar Lucy Siegle fyri enska tíðindablaðið The Observer. Greinin er eisini løgd út á heimasíðuna hjá The Guardian, sum tíðindablaðið er knýtt at.

 

Bretska tíðindakvinnan, sum hevur verið á vitjan hjá Guðrun & Guðrun í Føroyum, leggur dent á, at Guðrun & Guðrun snúgva seg ikki bara um stjørnutroyggjuna. Í greinini greiðir hon frá framleiðsluni av klæðunum, og hvussu merkið byrjaði í 2007.

 

- Merkið er fjart frá skjóta high-street mótanum, sum er so skildur frá (og ofta líkasælur við) veitingarketuni. Og hugburðurin er slow-fashion: Tær hava droppað hugskotið um eina summarkollektión, tí tær kendu tað ikki rætt at framleiða lættar bummullsvørur bara fyri at framleiða fleiri vørur. Í einari vinnu har annaðhvørt merki við øgiligari ferð ger eyka kollektiónir – resort, preseason -  fyri at selja fleiri vørur, er hesin hugsunarhátturin óvanligur, skrivar Siegle í greinini.

 

Umrøðan á bretska marknaðinum kemur væl við hjá Guðrun & Guðrun. Hetta vikuskiftið lótu tær nevniliga deildir upp hjá Wolf & Badger á Dover Street og í Nothing Hill í London. Wolf & Badger er ein kend fyritøka við tveimum handlum í London  og einari netsølu. Konseptið byggir á, at nýggir sniðgevar hava sínar egnu smásølur inni í handlunum. Sniðgevarnir verða valdir út við stórum nærlagni, og hetta er í sær sjálvum at meta sum ein góðskustemplan.  

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.