Her eru teir best løntu tónleikararnir

Her eru teir best løntu tónleikararnir
Veitst tú, hvørjir teir best løntu tónleikararnir í heiminum eru? Her er ein listi.
21.11.2013 - 17:15

Ein nýggjur listi er komin yvir teir tónleikarar, ið forvunnu størstu upphæddina í fjør. Tað er Forbes, sum hevur savnað saman.

 

Ovast á listanum er ein tann størsta popdrotningin, vit hava havt gjøgnum seinastu 30 árini. Madonna, sum nokk er tann, ið hevur verið longst í tónleikavinnuni á listanum, er nummar eitt. Hon tjenaði $125 milliónir síðsta ár. Tað er tað sama sum 688 mió danskar krónur. Eisini varð hon tilnevnd at vera hægst lønti kendissurin fyrr í ár.

 

Næst mest lønta á listanum er hin popdrotningin, Lady Gaga, við $80 mió. Hon tjenar munandi minni enn Madonna, men hetta er m.a. tí Madonna hevur forvunnið so nógv av hennara MDNA-touri, sum hon hevur verið á síðsta ár.

 

Síðani hava vit Bon Jovi beint undir við $79 milliónum, og country-sangaran Toby Keith á einum fjóðra plássi.

 

Sambært NME.com kemur Madonna við nýggjum tilfari í 2014, og hon hevur sagt, at hon fegin vil arbeiða við Daft Punk.

 

Restin av listanum er her:

 

Madonna - $125m (£77m)

 

Lady Gaga - $80m (£49.6m)

 

Bon Jovi - $79m (£49m)

 

Toby Keith - $65m (£40.3m)

 

Coldplay - $64m (£39.7m)

 

Justin Bieber - $58m (£36m)

 

Taylor Swift - $55m (£34.1m)

 

Elton John - $54m (£33.5m)

 

Beyoncé - $53m (£32.9m)

 

Kenny Chesney - $53m (£32.9m)
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.