- Diabetes verður mín fylgisveinur restina av lívinum

Blóðsukurmátarin, insulini og nálirnar, sum Eva Maria situr við, eru lívsneyðug og gera, at hon kann liva eitt næstan vanligt lív við diabetes.
- Diabetes verður mín fylgisveinur restina av lívinum
Burtur úr ongum byrjaðu kiloini brádliga at flúgva av, og fleiri ferðir hvørja nátt mátti hon renna oman í køkin at fáa sær okkurt at drekka, tí tostin var ótolandi. Soleiðis varnaðist 21 ára gamla Eva Maria í Dali fyri tveimum árum síðan, at hon hevði diabetes 1 – og tað fer hon altíð at hava.
25.11.2013 - 02:00

Diabetes ella sukursjúka verður ofta roknað at vera ein lívsstílssjúka, sum rakar fólk við ósunnum vanum. Diabetes 1, sum er minni kenda fyribrigdið av sjúkuni, kann kortini raka ein og hvønn og er ein fylgisveinur fyri lívið. Eva Maria í Dali var 19 ár, tá ið hon fekk staðfest diabetes 1, og síðan tá hava insulinsproytur og blóðsukurmátingar verið ein fastur táttur av gerandisdegi hennara.

 

Í oktobur í 2011 byrjaði Eva Maria at varnast, at alt var ikki, sum tað skuldi vera.

 

- Umleið hálvanannan mánað áðrenn eg fekk diagnosuna, byrjaði eg at tapa meg. Eg misti matarlystin og byrjaði at fara niður í vekt. Áðrenn eg visti av, hevði eg tapt meg eini sjey kilo uppá onga tíð, greiðir Eva Maria frá. Hon fegnaðist um, at hon tapti seg bara soleiðis uttan at venja ella at broyta kostvanar, men so byrjaðu hini sjúkueyðkennini at gera um seg:

 

- Samstundis sum eg byrjaði at fara niður í vekt, vaks trongdin til vætu alsamt. Eg havi ongantíð í mínum lívi upplivað at verið so tyst. Eg svav illa um næturnar og vaknaði áhaldandi við krampa í leggunum. Eg vaknaði eisini av tosta og mátti renna oman í køkin at fáa mær vatn fleiri ferðir um náttina.

 

Um hetta mundi gekk Eva Maria á síðsta ári í Hoydølum, og hóast hon framvegis ikki visti av sjúkuni, spældi hon ein stóran leiklut í skúlanum. Eva Maria hevði ilt við at fylgja við í undirvísingini, tí møðin gjørdi, at hon fekk ikki konsentrerað seg. Hon mátti eisini fleiri ferðir fara út at fylla vatnfløksuna, tí tostin var ótolandi. Sjálv var hon ørkymlað og visti ikki, hvat bagdi sær.

 

- Eg googlaði míni sjúkueyðkenni og sá, at tey kundu týtt uppá diabetes 1. Eg fortaldi hetta fyri mammu, sum var skjót at lána ein blóðsukurmátara frá arbeiðsplássinum. Vit mátaðu síðani mítt blóðsukur, sum vísti seg at vera alt ov høgt. Tað var yvir 20 mmol/L, meðan tað vanliga eigur at liggja ímillum 4-7 mmol/L. Vit avgjørdu, at eg skuldi fasta og so máta blóðsukrið av nýggjum morgunin eftir. Seinna mátingin vísti eisini yvir 20 mmol. Eg fór til lækna sama dag, og hann staðfesti, at eg hevði diabetes 1. Eftir hetta gekk alt skjótt fyri seg. Eg bleiv akut innløgd og lá á Landssjúkrahúsinum í eina heila viku til kanningar, sigur Eva Maria.

 

At fáa staðfest diabetes kendist nærum sum lætti hjá Evu Mariu, tí endiliga visti hon við vissu, hvat var galið. Hóast hon hevði havt varhugan av tí, var tað kortini skelkandi at fáa staðfest, at diabetes fór at vera ein partur av restini av lívi hennara.

 

- Spurningar sum, hví akkurát eg skuldi fáa diabetes,  byrjaðu at mæla í høvdinum á mær. Ongin í familjuni hevði diabetes, og tí hevði eg ilt við at góðtaka, at júst eg skuldi blíva rakt. Mítt lív fór ongantíð at gerast tað sama eftir læknaviðtaluna.

 

Tá mann hevur diabetes, vantar kroppinum hormonið insulin. Allar kyknurnar hava brúk fyri insulin fyri at kunna upptaka sukur úr blóðinum. Manglar mann insulin, fáa kyknurnar ikki upptikið sukrið, og tí hækkar sukurinnihaldið í blóðinum. Tey, sum hava diabetes 1, mugu tí hvønn dag sproyta seg við insulin. Verður sjúkan ikki viðgjørd, kann hon verða lívshóttandi.

 

- Tað hevður sjálvandi verið torført at venja seg við eina nýggja tilveru sum kronisk sjúk. Eg skal máta blóðsukrið fleiri ferðir dagliga og má sproyta meg við insulin áðrenn hvørja máltíð. Eg mátti finna diskretar mátar at sproyta meg við insulin, um eg t.d. fari út at eta. At taka blóðroyndir, ganga til fótarøkt, máta blóðsukur, telja kolhydratir og taka insulin hevur myndað mín gerandisdag í tvey ár nú og fer eisini at mynda hvønn einasta dag í framtíðini. Eg havi partvíst vant meg við sjúkuna og havi góðtikið, at diabetes verður mín fylgisveinur restina av lívinum, ljóðar tað frá Evu Mariu.

 

Fyri at venja seg við sítt nýggja lív við diabetes mátti Eva Maria kortini fyrst gera upp við sínar egnu fordómar um sjúkuna. Áðrenn hon fekk diabetes, helt hon, at sjúkan bert rakti tey, sum ótu ov nógv søtt. Hon helt tí eisini, at hon ongantíð aftur fór at kunna nærkast nøkrum søtum aftur, men við góðari hjálp og ráðgeving frá lækna og sjúkrasystrum fekk hon avsannað hesar fordómar.

 

- Eg møti ofta fólkum, sum ikki vita, hvat diabetes 1 er. Tað mest vanliga er, at fólk siga: “So tú hevur sukursjúku? So tú mást halda teg vekk frá sukri?” Eg royni tá altíð at geva teimum eina meira fjølbroytta mynd av, hvussu sjúkan er. Eg skilji væl fólk við hasari fatanini. Áðrenn eg gjørdist sjúk, helt eg eisini, at diabetes var nakað, sum mann fekk av at eta ov nógv bomm. Tað er keðiligt, at fólk ofta halda, at eg eri sjúk, tí eg havi havt ein ósunnan lívsstíl, greiðir Eva  Maria frá.

 

Spurd, um hon hevur nakað ráð til onnur ung, sum koma í somu støðu sum hon, svarar Eva, at tað er umráðandi at vera opin um sjúkuna.

- Tosa um tað, set orð á tínar frustratiónir, fortel, hvussu irreteraður tú ert inná sjúkuna. Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at mann tosar opið um sjúkuna og kenslurnar, sum eru tengdar at henni. Fell ikki í fátt. Sjúkan fer ikki burtur aftur, og tí eigur mann at fáa tað besta burturúr tí, mann nú einaferð hevur.  

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.