Voxpop: Nýggj útvarpsrás í høvuðsstaðarøkinum

Voxpop: Nýggj útvarpsrás í høvuðsstaðarøkinum
Afturat hinum trimum útvarpsrásunum í Føroyum er ein nýggj nú komin afturat, og eitur hon Voxpop. Hetta er ein gjøgnumførd tónleikarás, ið fer at spæla nýggjastu hittini og poppløgini alt samdøgrið.
02.12.2013 - 15:30

 

Vox Entertainment er nú farið í gongd við eina nýggja verkætlan. Felagið, sum eisini skipar fyri tónleikatiltakinum Voxbotn á hvørjum sumri, er nú byrjað at varpa tónleik, og nýggju rásina rópa tey Voxpop.

 

Rásina finnur tú á FM 104.1, men í fyrstu syftu er bara møguligt at hoyra rásina í høvuðsstaðarøkinum. Nýggja rásin Voxpop fer at senda tónleik alt samdøgnið, og, sum navnið eisini leggur eitt sindur upp til, so verður tað popptónleikur og nýggjastu hittini úr Føroyum og útlondum.


Desember verður royndarmánaði, og tað verður bert tónleikur á skránni. Í januar eru tó planurin at hava morgunsendingar, seinnapartsendingar og vikuskiftissendingar. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.