Beinir við nýggjum jólasangi

Beinir við nýggjum jólasangi
Ungi sangarin, Beinir, kemur seinni í vikuni út við einum nýggjum jólalagi. Hann hevur sjálvur skrivað lagið, og eisini rappar hann í tí.
03.12.2013 - 17:30

Ungi tónleikarin, Beinir Troest Rasmussen, hevur gjørt nógv um seg innanfyri síðsta árið. Hann er m.a. kendur fyri sangin "Sápubløðran", sum var ein av sangunum á fløguni "Kom við". 

 

Nú fer Beinir at geva eitt nýtt staklag út. Lagið er eitt jólalag, sum kallast "Kennir tú hesa tíð?", skrivar Portalurin.

 

Hann sigur við Portalin, at hann sjálvur hevur skrivað lagið. Lagið er sermerkt, tí tað er ikki eitt siðbundi jólalag - Beinir rappar eisini í einum parti av lagnum.

 

- Tá eg byrjaði at skriva lagið, ætlaði eg, at tað skuldi vera ein lívligur jólasangur. Men tað var ikki fyrr enn fyri stuttum, at eg fann uppá at blanda eitt sindur av rappi uppí.

 

Sambært Portalinum verður lagið tøkt á iTunes seinni í vikuni.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.