Hevði tú sagt ja til vígslu av samkyndum?

Privatar myndir og av Facebook
Hevði tú sagt ja til vígslu av samkyndum?
- Hevði tú sitið í løgtinginum, hvat hevði tú so atkvøtt fyri viðvíkjandi lógaruppskotinum um broytingina av hjúnabandslógini – ja ella nei? Hví? Hendan spurningin svara teir fimm Aksel, Jonathan, Jón, Bárður og Asger uppá.
03.12.2013 - 03:15

 

Hósdagurin 5. desember verður ein dagur, sum kemur at merkja nógv hjá nógvum føroyingum – bæði so og so. 1. viðgerð av uppskotinum um at dagføra hjúnabandslógina verður í løgtinginum. Flestu føroyingar hava onkra meining um hetta, og málið fyllir nógv í almena rúminum.

 

Aksel Berg, Jonathan Jakobsen, Asger Eið, Bárður Hentze og Jón Steintún hava eisini sínar meiningar um málið. Eg spyrji teir spurningin:

 

Hevði tú sitið í løgtinginum, hvat hevði tú so atkvøtt fyri viðvíkjandi lógaruppskotinum um broytingina av hjúnabandslógini – ja ella nei? Hví?

 

 

Jonathan Jakobsen, 20 ár:

 

- Eg hevði atkvøtt ja. Eg haldi ikki, at mann skal reka aðrar borgarar burtur uppá tross av teirra seksuellu orienteringum. Teir gera hvønn gerandisdag akkurát líka nógv íkast til samfelagið, sum aðrir borgarar. Teir arbeiða, betala skatt o.s.fr. Eg meini ikki, at tað er upp til statin at avgera, hvønn fólk kunnu velja at játta sín kærleika til, og harvið ikki kunnu fáa teir juridisku fyrimunirnar við at vera gift. Eg kann ikki góðtaka, at staturin burturrekur minnilutar í samfelagnum.

 

 

Aksel Berg, 17 ár:

 

- Eg hevði svarað nei til uppskotið. Hetta er tí, at eg haldi ikki, at vit skula broyta konstituatiónina av hjúnabandinum. Eg havi ikki rætt til at hyggja niður á nakran, ið fer saman við einum av sama kyni, ella siga hvat tey samkyndu sleppa at gera privat og ikki. Men tó merkir tað ikki, at tað grundleggjandi endamálið í hjúnabandinum; ið er ein eind millum mann og konu, skal broytast. Um landið loyvir fólkum av sama kyni at giftast, so fara vit burtur frá at siga, at hjúnaband er millum mann og kvinnu, til at siga at hjúnaband er millum tveir persónar. Hetta fer ímóti mínari sannføring av, hvat eitt hjúnaband er, og eg haldi ikki, at vígsla av tveimum av sama kyni hevur nakað við hjúnaband at gera.

 

- Eitt hjúnaband er ikki bara grundað á kærleika. Tað er ein eind millum mann og kvinnu við serligum atliti til m.a. at fáa børn. Eisini koma fíggjarlig viðurskifti við, tá ið vit giftast. Siga vit, at hjúnaband bert grundar á kærleika, so vil samkynt hjúnaband lúka hesa treyt. Tá siga vit altso, at hjúnaband er vorðið kynsleyst, altso hjúnaband kennir ikki til kyn. Hvat steðgar so okkum í at siga, at hjúnabandið heldur ikki kennir til aldur, mongd og skyldskap, í tí at øll hesi fyribrigdir einans grunda á kærleikan?

 

 

Asger Eið, 23 ár:

 

- Har eri eg heilt greiður. Eg hevði sjálvandi atkvøtt fyri. Tað er ein menniskjarættur at kunna liva skrásettur saman við tí persóni, mann elskar. Tað skaðar ongan at loyva hesum. Tað eru allarhelst summi, ið vilja koma við tí argumenti, at tað vóru Adam and Eve og ikki Adam and Steve. Men um ein hugsar seg um, so er homoseksualitetur staðfestur hjá einum sera stórum parti av øllum heimsins djórum, so hví er tað so ikki eins og nátúrligt hjá menniskjum? Vit liva í 2013.

 

- Tað er uppá tíðina, at vit síggja heimin, sum hann er og góðtaka hvønn annan, sum vit eru. New is always better. Latið okkum standa saman fyri broytingum, latið okkum byrja við at broyta hjúnabandslógina!

 

 

Bárður Hentze, 18 ár:

 

Hevði eg sitið í løgtinginum, hevði eg sjálvandi atkvøtt ja fyri uppskotinum – eg hevði eisini gjørt tað gjørligt hjá teimum at gifta seg í kirkjuni. Tað, at kunna gifta seg, er ein grundleggjandi rættur, sum øll burdu havt.

 

- Eg vil í roynd og veru fara enn longri: Stóð tað til mín, hevði eg gjørt tað gjørligt at gift seg við 3 ella fleiri partnarum, altso polygamisk hjúnabond. Mann skal jú minnast til, at kærleiki er nakað, vit sjálvi definera – tað burdi ikki verið uppgáva statsins at definera hvat sannur kærleiki er. Heldur ikki hvat kirkjan má og ikki má, tá tað kemur til hjúnabandið: Tað burdi verið upp til kirkjuna sjálva at avgera.

 

 

Jón Steintún, 19 ár:

 

-  Eg hevði svarað nei til lógaruppskotið. Hetta er ikki tí, at eg havi nakað ímóti fólki, ið velja at fara við einum av sama kyni, tvørturímóti. Eg haldi, at øll skulu vera góð við hvørt annað uttan mun til trúgv, úsjónd, heilsu ella kynsliga sannføring. Uttan mun til alt hetta, eru vit øll menniskju, og hava tískil líka stórt virði. Orsøkinar til, at eg hevði sagt nei til lógaruppskotið um broytingina av hjúnabandslógini eru mangar, men nakrar av teimum kunnu liggja í sjálvum loysnarorðunum. Mangan verður sagt, at hjúnabandslógin ikki umboðar javnstøðu, og har eri eg ósamdur.

 

- Um javnstøða er loysnarorðið, hevði eingin kunnað livað í okkara samfelagi. Fólk eru ójøvn, tað er ein viðføddur eginleiki, og tað fer ikki at broytast, uttan mun til hvat vit gera. Ein annar trupulleiki við javnstøðu grundgevingini er, at tað altíð fer at leiða til annað "órættvísi". Við hesum kunnu vit ímynda okkum, at tað næsta verður vígsla í kirkjum og samkomum, fleirgiftirætt og kynsleyst hjúnaband. Og tað bara fyri javnstøðu. Trupulleikin er, tá ið allýsingin av hjúnabandinum verður broytt, og tað síðani verður noytt yvir almenningin, sum ein spurningur um javnrættindi.

 

 

Hetta eru fimm av fleiri meiningum - hvat heldur tú?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.