Nelson Mandela deyður

Nelson Mandela deyður
Í gjár doyði ein av teimum máttmiklastu persónunum í heiminum. Nelson Mandela varð 95 ára gamal.
06.12.2013 - 15:30

Frælsishetjan, arpartheid-kemparin, leiðarin og fyrimyndin Nelson Mandela er deyður. Tað varð váttað í gjárkvøldið. Hann hevur verið illa sjúkur og ligið á deyðastrá í seinastuni, og doyði sum 95 ára gamal í sínum heimi í Johannesburg í Suðurafrika.

 

Til tey, sum ikki vita, hvør Nelson Mandela var, so er hann blivin skírdur at vera ein av teimum týdningarmestu persónunum seinastu øldina.

 

Hann var forseti í Suðurafrika, og var høvuðsforsprákari fyri anti-apartheid aktivistar. Hann var tann fyrsti svarti forsætisráharrin í Suðurafrika, og takkað verið honum, hevur landið fingið demokrati og fleiri hundrað ár við rasuatskilnaði varð burtur.

 

Hann brúkti stóran part av lívi sínum í geglinum, tí hann var við til at gera uppreistur móti táverandi stýrinum. Geglið lá á oynni Robben Island, og har sat hann í 27 ár.

 

Nógv eru tey, ið longu í gjár høvdu eina viðmerking til deyða hansara. Amerikanski forsetin, Barrack Obama, segði soleiðis, sambært portalinum:

 

- Vit hava mist ein av teimum, sum hevði størst ávirkan, eitt av teimum djarvastu og inniliga góðu menniskjunum, sum vit nakar av okkum nakrantíð kemur at liva saman við.

 

Hann náddi at gifta seg tríggjar ferðir, fáa seks børn, 17 abbabørn og upp til fleiri langabbabørn.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.