- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Vit eru hopleysir romantikarar

Sjarmørarnir úr All In eru nú aftur klárir við einum spildurnýggjum stak- og videolagi. Nógv eru tey, ið hava bíðað leingi eftir hesum degi, men nú er lagið úti. Hesaferð hava teir tulkað lagið hjá Moirae (Terji Rasmussen), Tú.
- Vit hava nokk øll okkara favoritt løg í góðum gomlum føroyskum tónleiki, og sum útgangspunkt vildu vit so øgiliga gjarna gera eina "homage" ella eina fagnarliga kvøðu til eitt av teimum, eftir mínum tykki, sexutastu føroysku løgunum nakrantíð – nettupp "Tú" hjá Moirae frá 1996, sigur Jóannes Lamhauge, sum er ein av teimum fýra limunum í All In, um lagið.
Í fjør sungu teir í lagnum ”Vanja” um eina hjartasorg, sum handlaði um gentuna Vanju, ið ikki vildi hava ”teir”. Nú er evnið hjartasorg vent á høvdið, og teir syngja eina sprutlandi og erotiska kærleiksvísu.
- Tað byrjar nokk alt við, at vit allir eru hopleysir romantikarar. Tað er gróðrarbotnurin, tá ein kastar seg út í tílíkar verkætlanir. Uttan tann hugburðin, hevði nokk onki borið til hjá okkum í All In, greiðir Jóannes frá.
Afturat lagnum hava teir eisini eitt spildurnýtt videolag. Videolagið er gjørt av Jóannes Lamhauge í samstarvi við Polar Films. Eg spyrji, hvat Jóannes heldur, eydnaðist best í verkætlan teirra.
- Tað, sum riggaði allarbest eftir míni meting, var at leikararnir hjá okkum og tey fólkini, sum hava verið knýtt at verkætlanini, í heilatikið høvdu so gott tol, og vóru líka so treisk eftir at fáa sum mest burturúr, sum vit aftanfyri upptøkutólini. Serliga tá fólk skulu upp ókristiliga tíðliga um morgunin, og so er tað ómenniskjasliga vátt og kalt oman á tað heila, og ofta dregur tað langt út á náttina... Tá hevur góð energi og eitt lætt lyndi alt at siga, og tað haldi eg riggaði allarbest. Tað skal jú vera stuttligt at gera slíkt, sjannheit? sigur hann.
Hin eini limurin, Ólavur á Váli Olsen, metir hetta lagið hava væl størri potentiali enn fyrra landaplága teirra, Vanja. Aftanfyri "Tú" liggur nevnliga størri arbeiði, og teir hava tikið hesa verkætlanina meiri seriøst.
- Tað er meira kjøt í hesum – bæði í lagnum og videolagnum. Sami maður, sum hevur mastrað fleiri løg hjá Backstreet Boys, hevur mastrað okkara lag. Samstundis hevur sjónbandið eina greiða søgu, sum passar væl til lagið, sigur Ólavur.
Aftaná "Vanja" vórðu fólk beinanvegin svong eftir meira frá All In. Hóast nýggja lagið, "Tú", akkurát er frumsýnt, kundi verið spennandi at vita, hvussu famtíð teirra sær út nú. Spurdur um, hvussu Jóannes sær framtíðina hjá All In, svarar hann, at teirra samstarv ikki verður raðfest í hægstu rekkju. Ein trupulleiki er m.a. at allir ikki altíð eru í landinum í senn, og tí er tað trupult at finna tíð, men teir tíma væl.
- Hjá okkum er hetta ikki eitt arbeiði sum so. Hetta er meira ein hobby, og tískil má tað laga seg eftir umstøðunum, arbeiðs-skemum og øðrum tingum. Vit skylda ongum nakað beinleiðis, og tað dámar mær – so jú, um vit hava tíð og yvirskot, so henda fleiri ting. Man veit aldrin, sigur hann at enda.
Videolagið var ein av filmunum, sum var nomineraður til Geytan, sum var í Norðurlandahúsinum í gjár. Meiningin var, at videolagið skuldi koma á netiði gjár, men tað er seinkað orsakað av ymsum orsøkum. Tað kemur út, tá tað er heilt klárt, sum verður í næstum.
Lagið fæst eisini til keyps á iTunes.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




