Tungmálsbrak í Perluni 2. jólakvøld

Tungmálsbrak í Perluni 2. jólakvøld
Er nakar betri máti at koma í jólastemning enn at headbanga til skitin gittarriff og at drekka øl? Tað halda fýrarnir frá Upp við Hornunum ikki. Aftur í ár verður ein stór tungmálmskonsert í Perluni 2. jólakvøld.
16.12.2013 - 03:30

2. jólakvøld verður eitt av teimum meira larmutu í Perluni, tá bæði royndir og óroyndir føroyskir tungmálmsbólkar fara at seta punktum fyri 2013 við buldur og braki. Tað er Upp við Hornunum, sum skipar fyri konsertini, ið kallast Jólamálmur.

 

Skráin er ikki endalig enn, men inntil víðari fevnir hon um Earth Divide, Reduced to Ash, The Happening og Asyllex. Afturat hesum bólkunum, sum allir hava framført á Metal Battle áður, verður eisini ein nýggjur bólkur úr Runavík at hoyra, sum eitur Iron Lungs.

 

- Vit hava ígjøgnum nógv ár havt okkurt metal-tiltak 2. jólakvøld, har øll metal-áhugað koma saman, lurta eftir metali og simpulthen bara hava eitt gott kvøld. Vit ætla at útbyggja tað og gera tað eitt sindur størri í ár, greiðir Teitur Fossaberg, formaður í Upp við Hornunum, frá í Reiðrinum.

 

Hann stúrir ikki fyri undirtøkuni, sum plagar at vera sera góð 2. jólakvøld, og vísir á, at metal-fólk eru ein øgiliga trúfastur skari.

 

- Hetta er eisini ein møguleiki hjá nýggjum bólkum at koma og vísa, hvat teir duga, áðrenn Metal Battle verður í mars mánað, leggur Teitur afturat.

 

Atgongumerki til Jólamálm kunnu keypast við dyrnar fyri 100 kr. Meira sæst um tiltakið her.

 

Hoyr alla samrøðuna við Teitur Fossaberg í Reiðrinum, sum verður sent í morgin kl 16. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.