Skal eg skifta lesnað?

Skal eg skifta lesnað?
Hesum spurningi ganga nógv lesandi við í tonkunum, nú semestrið skjótt er liðugt. Valdi eg rætt? Var hetta veruliga tað, eg ynski mær? Stóri spurningurin viðvíkjandi studningi er eisini sjálvandi, um ein skal geva lesnaðinum ein kjans, ella um ein skal skifta sum skjótast, áðrenn SU-klippini eru burtur. Skal eg tora?
19.12.2013 - 01:30

Spurdur av Röddini, hvussu tað er at standa framman fyri hesari avgerðini, svarar Høgni Miné, lesandi í Keypmannahavn, soleiðis:

 

Tað er eingin loyna, at tey flestu ivast í um valda fakið á víðari lesnaði er rætta valið. Kennist hetta rætt? Er hetta 'eg'? Skuldi mann havt valt alternativið? Tað skemtiliga við hesum ivamálunum er, at tað sjáldan finst eitt greitt svar.

 

Dreymurin hevði altíð verið at gerast lækni, og tí fall fyrsta valið á medisin á universitetinum í Keypmannahavn. Eingin ivi var í, at fakið var ómetaliga spennandi og hevði óteljandi møguleikar, men eftir nakrar mánaðir sat eg við ringum smakki í munninum. Hetta var tað, ið eg hevði arbeitt fram ímóti, men brádliga vóru viljin og hugurin horvin. Eg gjørdi av, at hetta var eitt somikið týdningarmikið val á lívsleiðini, at eg gav lesnaðinum nakrar mánaðir afturat. Mann kundi ógjørligt vita slíkt eftir bert fáar mánaðir. Eftir besta førimuni greinaði eg, hví so kendist og hvat hevði elvt til hesar kenslunar. Eg vendi, vigaði og máldi hvønn tanka. Einki batnaði. Tvørturímóti. Hjartað var als ikki við og eg var tungur í huga. Og tað var júst hetta - hjartað - sum fekk síðsta orðið. Tað var eyðsæð, at hevði eg ikki hjartað og hugin við mær, so var alt líkamikið. Tí valdi eg at gevast. Melodramatiskt sum tað ljóðar, so kendist tað sum ein byrða lyftist av mínum herum.

 

Ein nýggj ætlan skuldi leggjast, og eg gjørdi av at kanna nýggjar leiðir. Eg las nógv um aðrar útbúgvingar í Keypmannahavn og í Onglandi. Bæði journalistik, retorik, sálarfrøði og 'Psychology and Philosophy' vóru uppi at venda. Síðani megnaði eg at kóka møguleikarnar niður til retorik ella psykologi og gjørdi av at fara til fyrilestrar við vinfólki á báðum útbúgvingum. Báðar vóru ómetaliga spennandi. Um hetta mundi var eg follin væl til í Keypmannahavn, so eingin orsøk var at flyta, og valið fall á psykologi á universitetinum í Keypmannahavn.

 

Í skrivandi stund skal eg upp í fyrstu royndini í psykologi um 15 tímar, og eg kenni meg til reiðar. Útbúgvingin fangar meg á ein hátt, sum medisin aldrin gjørdi, og hóast mann aldrin kann fáa fulla vissu fyri sínum vali, so veit eg, at hetta kennist væl. Vitið liggur vónandi ikki eftir, men hjartað er undir øllum umstøðum við mær.

 

Tey bestu ráðini, eg kann geva tykkum, sum ivast, er at kanna allar fyrimunir og vansar. Verið ærlig fyri tykkum sjálvum og veljið fyri tykkara egnu skuld. Veljið eftir egnari sannføring, ikki eftir, hvat vinfólk og familja vænta av tykkum. Tá alt kemur til alt, er hetta tykkara framtíð, sum talan er um.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.