Reiðrið hesa vikuna: Orka, jólamálmur og Dávur Djurhuus

Reiðrið hesa vikuna: Orka, jólamálmur og Dávur Djurhuus
Reiðrið varð týsdagin sent fyri síðstu ferð í 2013. Hoyrdi tú ikki sendingina, kanst tú hoyra hana her.
20.12.2013 - 18:00

Á skránni í Reiðrinum hesa ferð var tónleikur og filmur. 25 ára gamli Dávur Djurhuus, sum vann føroysku filmsvirðislønina Geytan, greiðir frá áhuga sínum fyri filmslistini, og hví tað ikki bara er sum at siga tað at skapa ein góðan film. 

 

Eisini seta vit sjóneykuna á føroyskan tungmálmstónleik og práta við Teitur Fossaberg, sum er formaður í Upp við Hornunum. 

 

Í telefonini úr London greiðir Jens L. Thomsen frá fjórðu fløguni hjá Orka, sum kemur út í vár. 

 

Eir Nolsøe legði sendingina til rættis. Reiðrið verður aftur at hoyra 5. januar við tveimum nýggjum vertum. 

 

Hoyr sendingina her!

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.