Kommunur bjóða lestrarhøli til lesandi

Lestrarhúsið í miðbýnum
Kommunur bjóða lestrarhøli til lesandi
Fleiri kommunur bjóða í ár lesandi, sum eru heima í jólafrí, høli við tráðleysum interneti at sita og arbeiða í. Í Havn er Lestrarhúsið opnað í miðbýnum.
23.12.2013 - 20:00

Hóast tað er jólaferia, hava nógv lesandi uppgávur at skriva og próvtøkur í januar at fyrireika seg til. Bæði útisetar og lesandi í Føroyum hava í ár møguleikan at seta seg í frið og náum at skriva uppgávur í lestrarhølum, sum fleiri kommunur hava útvegað. Í Havn er Lestrarhúsið í Niels Winthersgøtu 5 í miðbýnum opið frá kl 08 til 20 hvønn dag. Lestrarhúsið er opið til 24. januar, og lyklar kunnu fáast í Snarskivu.

 

Eisini í Sandavági og á Tvøroyri eru líknandi tilboð til lesandi í ár. Í Sandavági kunnu lesandi sita á loftinum í kommunuskrivstovuni á Hammershaimbsvegi 1. Har eru skúlastovur, køkur og internet. Lykil fæst við at venda sær til kommununa. Á Tvøroyri er lestrarhølið í Skúlahúsinum í Kongabrekku 14. Lesandi kunnu venda sær til Kunningarstovuna á info@tvoroyri ella á tlf 611080. 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.