Jólaløg nógv spæld

Savnsmynd
Jólaløg nógv spæld
Sambært Spotify topplistanum eru 10 av teimum 15 mest spældu løgunum í dag jólaløg. Hóast Michael Bublé eigur meiri enn helvtina av løgunum, eigur Mariah Carey tað mest spælda lagið.
26.12.2013 - 17:00

Hyggur mann á topplistan á Spotify, sæst, hvørjir teir populerastu sangirnir eru í løtuni. 10 av teimum 15 mest spældu eru jólasangir í skrivandi stund. Serliga er tað Michael Bublé, ið ger seg galdandi á listanum við heili 7 sangum. Øll tey løgini eru frá hansara væl umtóktu jólafløgu frá 2011, Christmas. M.a. lagið Santa Claus is Coming to Town.

 

Mest spældi sangurin á Spotify-listanum er so tann víðagitni klassikarin hjá Mariah Carey, All I Want For Christmas Is You. Lagið kom út í 1994, og hevur síðan tá verið at hoyrt óteljandi ferðir á netinum og í útvarpum kring heimin.

 

Eftirfylgjandi hava vit Last Christmas hjá Wham! á einum øðrum plássi. Restina av jólaløgunum eigur Michael Bublé, undantikið ”It’s the most wonderful time of the year” hjá Andy Williams á einum 14. plássi.

 

Hesin listin er ein listi, sum fevnir um allan heimin. Um vit hyggja eftir Danmark, eru tað eisini danskarar sum Mads Langer og Anders Matthesen sum seta dám á listan.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.