Bieber av álvara givin?

Bieber av álvara givin?
Poppsangarin, Justin Bieber, boðaði 1. jóladag frá, at hann hevur lagt mikrofonina í skuffuna.
27.12.2013 - 13:30

Teir sokallaðu ”beliebers” kring heimin fingu 1. jóladag eina heldur óvæntaða og syrgiliga jólagávu. Tannáringaímyndin, Justin Bieber, gav nevniliga tey boðini á Twitter, at hann leggur mikrofonina í skuffuna.

 

Tað kom tó ikki so óvæntað, tí longu eina viku áðrenn, segði hann í einari samrøðu, at hann gavst við tónleikinum, men tá hildu øll, at tað bara var tvætl.

 

Enn vilja fleiri, sum leggja í, vera við at hetta bara er ein stór lygn, meðan onnur gleðast um, at hann er farin av tónleikapallinum. Mann veit ikki, um grundin til hetta er øll mótstøðan, hann hevur fingið seinastu tíðina serliga, ella um hann bara er blivin eldri.

 

”Mínir elskaðu beliebers… eg trekki meg officielt aftur” stóð at lesa á Twitter-síðu hansara 1. jóladag.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.