All in í romantiska horninum

All in í romantiska horninum
Fyri stuttum avdúkaði All in nýggja staklagið hjá teimum, sum er ein tulking av lagnum "Tú" eftir Terja Rasmussen. Við nýggja árinum er videolagið av sanginum komið - og spart verður ikki upp á kertuljós og romantikk.
03.01.2014 - 19:30

Í desember avdúkaði All in nýggja staklagið hjá teimum “Tú”. Flestu okkara kenna longu romantiska lagið og orðini, ið Terji Rasmussen (Moirae) upprunaliga eigur, men nýggja staklagið er egin tulking av sanginum.

 

Videolagið var ein av filmunum, sum var nomineraður til Geytan, sum var í Norðurlandahúsinum herfyri, og meiningin var, at videolagið skuldi avdúkast saman við staklagnum. Av ymsum orsøkum gekk hetta ikki, sum ætlað, men mikudagin 1. januar varð videolagið umsíðir klárt at vísa.

 

Í 2012 var fyrstu ferð, at vit sóu og hoyrdu frá bólkinum All in. Við sanginum og videolagnum "Vanja" blástu teir føroyingar um koll, og sangurin varð kosin "Ársins sangur" til Planet Awards 2012. Í "Vanja" verða dreingirnir avvístir av vøkru gentuni, sum ikki vil hava teir, men í nýggja stak- og videolagnum eydnaðist tað so hjá “teimum” at fáa gentuna, og erotikkurin er í hásæti. 

 

Her ber til at síggja nýggja videolagið.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.