Norðurlendskur elektroniskur tónleikur í sama rúmi

Savn
Norðurlendskur elektroniskur tónleikur í sama rúmi
Norðurlandahúsið bjóðar í februar inn til konsert við nýggjum norðurlendskum elektroniskum tónleiki. Føroyski bólkurin, sum kemur at framføra, verður Byrta.
03.01.2014 - 12:45

Leygardagin 15. februar verður tiltakið "Nordisk 2014" hildið í Norðurlandahúsinum. Fýra tónleikabólkar úr ávíkavíst Føroyum, Danmark, Noregi og Íslandi luttaka, og eru teir allir nýggir bólkar. 

 

Bólkarnir, ið koma at spæla, eru SEKUOIA úr Danmark, íslendska duoin GOOD MOON DEER, SEA CHANGE úr Noregi og BYRTA úr Føroyum.

 

Endamálið við konsertini er at varpa ljós á nýggjan norðurlendskan tónleik. Hetta eru allir bólkar, ið standa seg væl í sínum heimlandi beint nú. Taka vit bara Byrta sum dømi, so vita vit øll, hvussu Byrta hevur stormað inn á føroyska tónleikapallin, og longu nú roknast sum ein av teimum heilt stóru í Føroyum.

 

Allir bólkarnir eru valdir av einslistum, soleiðis at teir hóska saman, skrivar nlh.fo um tiltakið. Bólkarnir umboða allir elektroniska sjangruna, og tí er meiningin, at teir skulu supplera hvønn annan.

 

Mann vil geva áhoyrarum uttanfyri stórbýirnar møguleika at hoyra og síggja tílíkan minni kendan rútmiskan tónleik. Tað er m.a. tí, tey hava gjørt túrin, har tey fara at hava 10 framførslur í Danmark, tríggjar í Íslandi og eina her heima, sum verður 15. februar 2014.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.