Facebook-bólkur savnar seyðaáhugaðar føroyingar

Savnsmynd
Facebook-bólkur savnar seyðaáhugaðar føroyingar
Seyðaáhugaðir føroyingar hava áður ikki nakað ordiligt stað at tosa um seyð á netinum. Men nú er bólkurin "Seyðaáhugað" stovnaður, og hann hevur megnað at savna stóran part av seyðaáhugaðum kring Føroyar.
06.01.2014 - 21:30

Seyðaáhugaðir føroyingar hava nú fingið eitt rúm, har teir kunnu tosa aftur og fram um viðurskifti viðvíkjandi seyði. Tað er bólkurin "Seyðaáhugað" á Facebook, sum savnar seyðaáhugað fólk saman. Bólkurin er ein lítlan mánaða gamal og hevur slakar 450 limir longu. 

 

Stovnarin av bólkinum er ungi Fróði Tausen úr Hvalba. Hann eigur sjálvur seyð og hevur fingist við seyð frá barnsbeini av. Eg spyrji hann, hvat endamálið við bólkinum er.

 

- Endamálið er at samla øll tey, ið eru áhugað í seyði í Føroyum. Tað eru so nógv seyðaáhugað, og tí helt eg tað vera áhugavert at savna sjónarmiðini hjá teimum ymisku, sum kanska hava fleiri royndir ella aðrar mátar at røkja seyð uppá, fortelur Fróði.

 

Á bólkinum leggja nógv fólk millum annað myndir út av seyði, og fylgir mann viðmerkingunum, verður rís og rós givið seyðinum. Tey, ið ivast í onkrum viðvíkjandi seyði, nýta høvið at spyrja hinar limirnar, og hjálpin er skjót.

 

- Ein spurdi um meiningina hjá hinum, hvussu tey hildu, hornini skuldu vera. Har komu fleiri enn 80 viðmerkingar hjá ymsum fólkum, og tað er stuttligt og áhugavert at hoyra aðrar meiningar, í staðin fyri at øll gjørdu líka og vóru einig, sigur Fróði avgjørdur.

 

Har verður eisini tosað aftur og fram um kjøt - hvar seyðurin hevur gingið, hvussu gamal hann var o.s.fr. Fróði Tausen fortelur, at tað als ikki bara eru menn, ið eru í bólkinum, sum mann kanska vildi hildið. Fleiri kvinnur eru aktivir limir - enntá ein úr Íslandi.

 

Eingin ivi er í, at mann kann læra nógv frá hinum limunum og síggja nýggjar loysnir. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.