- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu menn kunna fáa sær abort?
Menn skulu hava rættin til at frátaka sær alla ábyrgd til óynskt børn. Um kvinnan velir, at fáa sær barnið ímóti viljanum hjá manninum, skal maðurin kunna fáa sær eina sokallaða "juridiska abort".
Soleiðis hevði lóggávan í Danmark skulað verið, stóð tað til 39 prosent av dønum. Hesi 39 prosentini meina sambært Gallup-kanning hjá Berlingske, at maðurin eisini skal kunnað nokta uppá sama máta, sum kvinnan kann tað. Hetta er tað sama sum tveir út av fimm dønum. Á Etik.dk siga heili 46 prosent ja til juridiska abort, meðan 49 prosent siga nei og 5 vita ikki.
Summir politikkarar hava longu avvíst juridisku abortina, og halda ikki, tað er eitt gott hugskot, skrivar Berlingske.
Kjakið byrjaði, tá danin Thomas Nielsen meldaði út, at hann varð lumpaður til eitt barn við sínari fyrrverandi konu. Konan hevði sagt, at hon ikki kundi blíva uppá vegin, og tí var fyribyrging ikki neyðug, segði hon. Kortini bleiv hon uppá vegin, og Thomas vildi ikki vera ein partur av hesum, og tí vil hann hava juridiska abort.
Hetta hevur verið heitt kjak á sosialu miðlunum seinastu dagarnar. Serliga á síðuni hjá Berlingske og á teirra Facebooksíðu. M.a. eru viðmerkingar sum hesar (umsettar úr donskum):
- Barnið hevur rætt til at hava ein pápa. Um maðurin vil umganga at verða pápi, kann hann jú bara brúka fyribyrging ella lata vera við at fara í song við kvinnuni!
- Ein kvinna sleppur at ráða yvir sínum egna lívi og kroppi. Tað sama má vera galdandi fyri rættininum hjá manninum!
Tá mann fær juridiska abort, frákennir mann sær faðirskapin, mann sleppur frá at gjalda barnapengar og missir samstundis rættin til samveru við barninum. Tað fungerar í roynd og veru líka sum prinsippið við sáðdonorum.
So er tað ikki fair nokk, at mann javnsetir kvinnu og mann soleiðis, at bæði hava rættin at velja barnið frá? Ella er tað egoistiskt og kyniskt?
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |