Nýtt: Fjeppara-panelið

Nýtt: Fjeppara-panelið
Røddin hevur innleitt samstarv við 8 ungar fótbóltsfjepparar, sum í framtíðini koma at viðmerkja dystir í Premier League. Hvør fjeppari tekur støði í dystinum hjá sínum egna liði.
13.01.2014 - 17:30

Vit í Røddini fara í framtíðini at leggja størri dent á fótbólt til tey fótbóltsáhugaðu. Í hesum sambandi fer nýútvalda fjeppara-panelið hvønn mánadag at viðmerkja farnu dystirnar í Premier League.

 

Tátturin kemur út fyrstu ferð mánadagin 20. januar aftaná umfar 22.

 

Fjeppara-panelið er mannað av 8 fótbóltsáhugaðum ungum monnum, ið allir umboða hvør sítt lið í Englandi. Viðmerkingin kann innihalda rós, kritikk, fagnaðarróp ella hvat nú fjepparin er í hýri til at viðmerkja.

 

Vit hava valt, bara at hava umboð fyri toppliðini í Englandi fyri at halda tað ruddiligari, og tí tað eru í høvuðsheitum hesi lið, ið hava fleiri fjepparar í Føroyum. 

 

Fjeppararnir eru:

 

Jógvan Martin Davidsen, Manchester City.

Áki Dam Egholm, Arsenal. 

Trygvi Absalonsen, Liverpool.

Hans Petur Brekkstein, Newcastle.

Hallur Kranzz, Everton.

Heri Berg Jespersen, Chelsea.

Tóri Rasmussen, Mancester United. 

John Jacobsen, Tottenham.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.