Ungir tónleikarar royna seg sunnudagin

Umvegis TM.fo
Ungir tónleikarar royna seg sunnudagin
Sunnudagin verður konsertin "Tónleikarar á veg" í Norðurlandahúsinum. Ungir tónleikarar royna seg í professionellum høpi, og hesaferð verður tað klassiskur tónleikur á skránni.
16.01.2014 - 12:00

Sunnudagin 19. januar verður tiltakið "Tónleikarar á veg" hildið í Norðurlandahúsinum. Hetta er ein konsert við ungum føroyskum tónleikarum, ið ganga á Musikkskúla Miðnámi, sum er eitt fyrireikingarskeið til víðari lesnað innan fyri tónleik á Musikalsk Grundkursus (MGK).

 

19. januar er fyrsta framførsla av trimum framførslum við ymsum tónleikagreinum. Her verður temaið klassiskur tónleikur, og framført verður bæði av solistum og av smærri bólkum. 9. mars verður tað rútmiskur tónleikur, og 18. mai verður crossover tónleikur og nýggjar kompositiónir á skránni.

 

Endamálið við tiltakinum er at menna ungu tónleikararnar og eggja teimum til at fara víðari við tónleikinum. Tónleikararnir sleppa at royna seg við meiri avbjóðandi framførslum, enn teir kanska eru vanir við.

 

Jakobina Restorff Spangenfeldt spælir floytu, og hon kemur at framføra í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Hon forklárar, at hendan framførslan er umráðandi, tí her mugu tey vísa sína professionellu síðu, og framtraðka sum hetta ikki bara var ein vanlig næmingakonsert.

 

At sleppa at spæla í Norðurlandahúsinum er í sjálvum sær sera mennandi, haldi eg. Vit eru presenteraði fyri uppgávuni og skulu levera eina framførslu til eitt ávíst tíðspunkt, og nú skulu vit brádliga taka stig til alt sjálvi í bólkum. Hetta setur størri krøv til tann einstaka, enn tá spælt verður í stórum orkestrum, sigur Jakobina.

 

Á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum stendur skrivað, hvørjir ungu tónleikararnir verða sunnudagin:


Næmingar:

Birita Poulsen, sopran - Alda S. Lamhauge og Jakobina Spangenfeldt, floytur - Lena Jacobsen klarinett – Sólja Hansen, sello - Jósef Zachariassen og Torkil Jespersen, klaver - Ári B. Danielsen, slagverk - Hjalti Bogason og Dávur B. Davidsen, gittar


Lærarar:
Joanna Johansen, Bernhardur Wilkinson, Martin Mouritsen, Jóhannes Andreasen, Gudmund Mortensen, Ragnar Olsen, Tóri R. Jacobsen, Rúni Mouritsen, Andrea Heindriksdóttir og Ólavur Jakobsen. 

 

Konsertin byrjar klokkan 16.00, og mann kann keypa atgongumerki í Norðurlandahúsinum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.