Sørvágsvatn á 9GAG

Umvegis 9gag.com
Sørvágsvatn á 9GAG
Ein mynd av Sørvágsvatni er blivin væl umtókt á skemtisíðuni 9GAG.com. Summi vilja vera við, at myndin av føroysku náttúruni er vorðin photoshoppað!
19.01.2014 - 23:30

9GAG.com er ein heimasíða, har fleiri hundrað myndir verða postaðar um dagin av ymsum brúkarum. Myndirnar eru sum oftast stuttligar, og um tær ikki eru stuttligar, kunnu tær vera áhugaverdar ella o.t. Flestu myndirnar eru memes og rage-comics, men nógvar øðrvísi myndir eru eisini.

 

Ein mynd av Sørvágsvatni er nevniliga blivin sera væl umtókt á 9GAG.co. So tað sær út til, at heimurin enn einaferð heiðrar føroysku náttúruni. Myndin hevur fingið sløk 26.000 stig, sum er rættiliga nógv, um mann hugsar, hvussu nógv aðrar myndir plaga at fáa. Afturat hesum hevur hon fingið fleiri enn 150 viðmerkingar.

 

Millum nógvu viðmerkjararnar eru nøkur, ið halda hetta vera photoshop. Onnur kjakast um, hvar myndin er frá, tí tey kenna nokk ikki til Føroyar. Ein viðmerkjari sigur m.a. hetta:

 

- Is this the real world?

 

Aðrar føroyskar myndir hava áður verið á 9GAG, men tað er sjáldan nøkur er blivin so væl umtókt sum hendan. Leinkja til myndina á 9GAG er her.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.