Fjeppara-panelið

Fjeppara-panelið
Aftaná dystir hava verið um vikuskiftið, eru fjeppararnir hjá Røddini klárir við sínum viðmerkingum til sítt lið.
20.01.2014 - 12:15

Í vikuskiftinum hevur eingilskur fótbóltur aftur verið á skránni. Stórur spenningur er millum trý tey ovastu liðini Arsenal, City og Chelsea, sum øll vunnu hvør sín dyst í gjár.

 

Fjeppara-panelið hjá Røddini er fyri fyrstu ferð klárt við viðmerkingum um farnu dystirnar. Hetta er sostatt premiera uppá hendan táttin, sum verður hvønn mánadag framyvir.

 

 

Liverpool – Aston Villa: 2-2

Trygvi Absalonsen (Liverpool)

 

- Siti við blandaðum kenslum eftir dagsins dyst. Hetta er klárt tann vánaligasti fótbólturin, eg havi sæð Liverpool spælt í ár, men allíkavæl fær man eitt stig á kontoina. Villa spældi frálíkt og høvdu uppiborið øll 3 stigini. Alt í alt má eg bara vera nøgdur við 1 stig. Næsta dyst móti Everton mugu teir altso koma í gongd aftur!

 

 

Manchester City – Cardiff: 4-2.

Jógvan Martin Davidsen (City)

 

- Sodan City! 4-2 er eitt gott úrslit, vit hava áleyparar, sum skora, og vit hava miðvallarar sum skora. Nú manglar bara, at verjan tekur sær av deyðbóltum… Sera glaður at síggja Aguero, Yaya og Silva aftur á vøllinum! Allez le bleu!

 

 

Arsenal – Fulham: 2-0

Áki Dam Egholm (Arsenal)

 

- Ikki tann mest sannførandi sigurin hjá Arsenal í ár, men tó er ringt at vera ónøgdur við 3 stig og eitt “clean sheet”. Tvey flott mál frá Santi Cazorla, sum hevur verið eitt sindur svingandi í ár. Sum Arsenal fjeppari kann mann bara vóna, at hann heldur fram við góðu taktunum frá í dag. Vit varðveita 1. plássið og síggja fram til næsta dystin móti Southampton!

 

 

Chelsea – Manchester United: 3-1

Tóri Rasmussen (United)

 

- Útsøla í United verjuni og sparing í áloypspartinum! Ótrúligt, at so nógv bílig mál sleppa ígjøgnum, har tað fleiri ferðir næstan ikki er ein málkjansur. Man má royna at vera positivur, so má eg nevna Januzaj og Chicharito, sum spældu ein góðan dyst! Stay strong and keep your head up! GGMU!

 

 

Chelsea – Manchester United: 3-1

Heri Berg Jespersen (Chelsea)

 

- Áðrenn dystin vistu tey flestu, at hetta fór at verða sera trupult fyri United at fáa nakað stig heimaftur uttan profilarnar Persie og Rooney, men frá dystarbyrjan legði United stórt trýst á Chelsea, men komu ikki til teir stóru møguleikarnar. Við 3 málum frá Samuel Eto´o gjørdist hetta aftur til ein sigur til Chelsea, sum eru komnir í góðan form og leggja press á Arsenal og Man City. Um vit skulu hyggja eftir dómaraavrikinum í dag, so dømdi Phil Dowd væl, undantikið feilin hann gjørdi í endanum við senda Vidic av vøllum fyri at gera ein neyðbremsu á Hazard, sum tó var til meira enn eitt gult kort. Men um vit taka samanum, so var hetta ein róligur og tryggur sigur til Chelsea, sum heldur fast í toppinum!

 

 

West Ham United – Newcastle United: 1-3

Hans Petur Brekkstein (Newcastle)

 

- Ein fantastiskur sigur til Newcastle, trý sera viktig stig. Yohan Cabaye vísti aftur síni kynstur á vøllinum og skoraði tvey flott mál, serliga tað næsta, ið var uppá beinleiðis fríspark. Hetta er ein leikari, ið vísur seg at vera millum teir bestu miðspælararnar í Premier League í løtuni. Hann er avgjørt besti maður hjá Newcastle, og sum vit mugu gera alt fyri ikki at selja. Super at koma í gongd aftur og vinna fyrsta dyst í 2014 aftaná eina heldur vánaliga stimu við trimum tapum á rað. Nú styttist upp eftir og við fleiri úrslitum sum hetta, so verður spenningur í toppinum. HWTL!!

 

 

Swansea – Tottenham: 1-3

John Jacobsen (Tottenham)

 

- Vit vórðu niðurspældir fyrstu løtuna, men aftaná málið frá Adebayor við einum assist frá Kong Christian, komu vit væl betur við og stýrdu restina av kampinum. Serliga dámdi mær væl at síggja ein Adebayor í toppformi; deiligt at Sherwood sær nakað, sum Villas-Boas ikki gjørdi. Gott spæl gjøgnum allan kampin, og nú haldi eg, vit eru við at vera har, so vit taka CL plássið í ár!

 

 

West Bromwich - Everton spæla í kvøld klokkan 20:00. 

Hallur Kranzz (Everton)

 

Eftir góda innsatsin hjá Aston Villa á Anfield, er ein sigur sera týdningarmikil í kvøld. Eg vænti at Everton vinna ein trivaligan 1-3 sigur. COYB!

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.