17 ára gomul koyrikort?

17 ára gomul koyrikort?
Stendur tað til høgra vongin í Danmark, skulu ung hava møguleika at fáa koyrikort longu sum 17 ára gomul. Hetta hevur givið eitt positivt úrslit í Týsklandi, og tí vilja tey gera eina roynd.
23.01.2014 - 15:30

Í Danmark hevur borgarligi vongurin lagt uppskot fram um at lækka aldurin til koyrikort frá 18 ár niður til 17 ár.

 

Týskarar hava roynt hetta, og út frá teirra royndum at siga, hevur tað eydnast sera væl. Ferðsluóhappini eru minkað mundandi, síðan aldursmarkið varð lækkað. Tað hevur givið eitt úrslit uppá eini 20% færri óhapp millum ung í ferðsluni.

 

Kravið er tó, at ein royndur bilførari skal vera við í bilinum fyrsta árið, meðan tann 17 ára gamli koyrir. 

 

Tað eru flokkarnir Venstre, Liberal Alliance, Konservative og Dansk Folkeparti, sum saman eru komin til niðurstøðuna at gera eina roynd uppá trý ár við hesari skipan. Men vinstri vongurin er ikki fyri uppskotinum.

 

Hevði hetta verið nakað, mann hevði kunnað innført í Føroyum? Hvat halda tit?

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.