Fjeppara-panelið

Fjeppara-panelið
Aftaná dystir hava verið í vikuni í Premier League, eru fjeppararnir hjá Røddini klárir við sínum viðmerkingum til sítt lið.
29.01.2014 - 23:45

Fjeppararnir eru enn einaferð til reiðar við viðmerkingum um farnu dystirnir! Spenningur er enn í toppinum, har Manchester City í gjár stjól fyrsta plássið frá Arsenal.  

 

Fleiri javnleikar hava gjørt um seg hetta umfarið. Hvørki Chelsea, Newcastle ella Arsenal megnaðu at fáa meiri enn tað eina stigið, og umboðandi fjeppararnir eru alt annað enn nøgdir!

 

 

Chelsea – West Ham: 0-0

Heri Berg Jespersen, Chelsea:

 

- Eitt ræðuligt úrslit at fáa um vit skulu hava vón um at vinna meistaraheitið hetta kappingarárið. Dysturin í dag vísti, at vit mangla ein málskjútta, sum skal skjóta málini hjá okkum; vit høvdu 39 skot uppá mál, meðan West Ham bert hevði eitt. Men vit mugu bara koma sterkt aftur næstu ferð, har City stendur á skotum.

 

 

Liverpool – Everton: 4-0

Trygvi Absalonsen, Liverpool

 

- Er Sturridge tann fyrsti, sum er flýddur frá Alcaraz tvær ferðir? SAS og Captain Fantastic bleiv óv nógv fyri teir bláu í hinum endanum á Stanley Park. 4-0 móti rivalunum blívur ikki nógv betri. Suarez kom á talvuna aftur, og Sturridge hevur nú skorað hvønn dyst, síðan hann kom aftur. Fantastisk, at vit hava tað besta álopið í Premier League. Vónandi verður hvørgin raktur av skaða restina av kappingarárinum. At enda vil eg takka Hallur Kranzz fyri eitt ógloymandi Merseyside Derby!      

 

 

Liverpool – Everton: 4 -0

Hallur Kranzz, Everton

 

- PUUUUUHAAAA! Hatta er UTTAN IVA vánaligasti dysturin, eg havi sæð Everton spælt NAKRANTÍÐ! Tað sást tíverri alt ov væl at Distin og serliga Coleman ikki vóru tøkir; Liverpool álopið gjørdu, sum teir høvdu hug til, og tað gjørdist ikki frægari av, at Lukaku mátti av vøllinum. Nú má heimsins størsti áleypari (Lacina) traðka til betri næstu ferð! PS. Trygvi, tú ert fínur!

 

 

Norwich City – Newcastle United: 0-0

Hans Petur Brekkstein, Newcastle:

 

- 3 skot á stengurnar, 22 skot eftir málinum, men einki mál. Skuffandi. Eitt totalt dominerandi Newcastle lið, ið spældi ótrúliga flottan fótbólt til tíðir, fekk ikki meira enn tað eina stigið, ið als ikki er nøktandi, serliga tá mann hyggur eftir málmøguleikunum. Afturat øllum hesum, megnaði Loic Remy at missa høvdið til síðst og fáa sær eitt reytt kort - missir tískil viktiga ”Tyne Wear Derby” í móti Sunderland. Vit hyggja burtur frá skaðum, reyðum kortum, seldum leikarum og hyggja eftir trimum stigum ímóti fíggindanum Sunderland komandi leygardag! HWTL!!!

 

 

Tottenham – Manchester City: 1-5

John Jacobsen, Tottenham:

 

- Hvat skal man siga um ein slíkt úrslit? Hatta var ræðuligt at síggja uppá, nú kann tað bara blíva betur. Spurs spældu ikki gott nokk, so einkult sum tað. Men City er eitt sterkt lið, teir eru torførir at spæla ímóti, og teir vera sikkurt eisini meistarar. Nú ræður um at halda høvdið kalt og bara koma víðari. There's only one team in London!

 

 

Tottenham – Manchester City: 1-5

Jógvan Martin Davidsen, City:

 

- Eg má viðganga, at eg var eitt sindur bilsin áðrenn hendan dystin. City hava lagt av við at tapa útidystir, men Spurs vóru í góðum formi. Men við 5-1 vístu City, at teir skora líka nógv úti, sum teir gera heima! Sera keðiligt, at Aguero aftur er skaddur, kann bara hopa, at tað ikki er for leingi, til hann er aftur, tí hann er ein tann besti í heiminum. Men Jovetic sær út til at vera klárur og spentur at sleppa at vísa seg. Man of the Match var David Silva, hann er mín yndisleikari í PL! Eg elski at síggja hann spæla. Allez les bleu!

 

 

Southampton – Arsenal: 2-2

Áki Dam Egholm, Arsenal:

 

- Hetta var allarhelst tann vánaligasti fyrsti hálvleikurin, Arsenal hevur spælt í ár. Men tað bleiv so frægari teir fyrstu 10 minuttirnir í næsta hálvleiki, har tað komu tvey skjót mál frá Giroud og Cazorla. Helt, tað var týðiligt, at tað ikki virkar at hava Flamini og Arteta spælandi inni í senn. Ein dag sum í dag høvdu vit allarhelst ikki uppiborið meir enn tað 1 stigið, og tí kunnu vit rokna við at missa fyrsta plássið. Liðið má bara reisa seg og syrgja fyri at tað verða 3 stig, tá man sunnudagin tekur ímóti Crystal Palace.

 

 

Manchester United - Cardiff: 2-0

Tóri Rasmussen, United:

 

Gott at síggja United vinna ein heimadyst, har eitt sindur av tí gamla gandinum var aftur. Van Persie er aftur, Rooney er aftur og ikki at gloyma nýggja innkeypið av okkara "Messias," Juan Mata! Hann vísti okkum, hvat hann dugir við fleiri farligum avleveringum, og ikki at gloyma tær viktigu stuttu og sikkru avleveringarnar; hann skal nokk blíva góður fyri okkum. Teir tríggir og Januzaj fara vónandi at geva okkum ein góðan stima teir næstu dystirnar. GGMU!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.