Annette Vilhelmsen lagt frá sær

Annette Vilhelmsen lagt frá sær
Nógv umstrídda málið um søluna av DONG-energy førdi í gjár við sær, at Socialistisk Folkeparti fór úr donsku samgonguni, og Annette Vilhelmsen legði frá sær sum forkvinna í flokkinum.
31.01.2014 - 12:30

- Sølan av Dong energy til privata felagið Goldman Sachs var dropin, sigur Annette Vilhelmsen í Information í dag.


Sølan av DONG er eitt mál, sum hevur verið frammi síðani Anders Fogh Rasmussen (Venstre) varð valdur til forsætisráðharra afturi í 2001. Tað eru nú 13 ár síðani, men orsakað av kreppu og stjórnarskifti hevur málið verið bæði útsett og enntá heilt droppað.

 

Í februar 2013 kom tað fram, at tølini í DONG lýstu reytt, og privatisering var aftur á máli. Hóast ósemjur um málið í 2011, var fleirtalið í samgonguni nú fyri DONG søluni. Hesa ferð varð arbeitt miðvíst við søluni, og hóast miðlarnir einki innlit fingu í søluna, var tað Børsen, sum í septembur avdúkaði, at DONG fór undir samstarv við íløgubankarnar Goldman Sachs, ATP og PFA.

 

Eftir hesa avdúkingina gekk alt skjótt fyri seg. Atfinningarnar vóru fleiri og harðar, serliga tí eingin við vissu kundi siga, hvør stóð handan Goldman Sachs.

 

Í síðstu viku var aftur rok, tá fyrrverandi forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen (Socialdemokraterne) kallaði málið fyri eina katastrofu. Útsøgnin hevur ikki munað, tí í gjár gjørdist amerikanska Goldman Sachs eigari av 19% av danska orkufelagnum DONG energy. Fleiri limir í SF hava alla tíð verið ímóti søluni, og hetta fekk flokkin at fara úr samgonguni, og sum avleiðing av hesum legði Annette Vilhelmsen frá sær sum forkvinna.

 

Næstforkvinnan, Mette Touborg, hevur eisini lagt frá sær, og Astrid Krag, landsstýriskvinna í heilsumálum, fór úr Socialistisk Folkeparti og yvir í Socialdemokraterne.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.