SUPERBOWL XLVIII

SUPERBOWL XLVIII
Tá dystir í amerikonskum fótbólti verða leiktir, liggja flestu føroyingar og sova. Djóni Abrahamsen er ein teirra, sum velur at sita uppi eina heila nátt fyri at hyggja at Superbowl.
01.02.2014 - 17:00

Væl brýndir menn og ein áskoðarafjøld, sum er á gosi. Ein milliard av áskoðarum og drúgvar pausur. Spenningurin verður í hásæti, tá Denver Broncos og Seattle Seahawks sunnunáttina fara at berjast í finaluni í amerikanskum fótbólti, Superbowl.

 

Tað er ikki bara sum at siga tað at vera føroyskur fjeppari, tá tað snýr seg um amerikanskan fótbólt. Tíðarmunurin millum Føroyar og USA er seks tímar, so tá dystir í amerikonskum fótbólti verða leiktir, liggja flestu føroyingar og sova. Röddin hevur fingið orðið á Djóna Abrahamsen um, hvat fær hann at sita uppi eina heila nátt fyri at síggja Superbowl. 

 

Hvat er serligt við Superbowl?

- Tað er ein finala og eitt tað stórsta ítróttartiltakið í árinum. Superbowl er altíð serligt og minniligt.

 

Hvussu ber tað til, at tú tímur at sita uppi eina heila nátt og hyggja at Superbowl?

-Tí at eg haldi, at tað er garanteraður spenningur. Og finalur er nakað, man eigur at síggja, tá man er áhugaður í eini ávísari ítróttargrein. Eg haldi eisini, at tað er stuttligt við tí amerikonsku mentanini viðvíkjandi Superbowl.

 

Hvørjir siðir hoyra til Superbowl?

- Eg haldi uttan iva, at nógv kola, ein "Roethlis" burgari og "banana cream pie" hoyra til Superbowl.


Hvar fert tú at hyggja at Superbowl?

- Á kollegiinum hjá mær verður skipað fyri einum Superbowl tiltaki við fullari skrá. Á skránni verður m.a. ymiskur amerikanskur matur, og áðrenn Superbowl byrjar, verður "Remember the Titans" vístur á stórskíggja fyri at koma í rætta lagið. 

 

Superbowl tekur eina heila nátt. Fert tú í skúla mánadagin?

-Ja, tað verði eg noyddur til, tí eg havi møtiskyldu til tímarnar. Men við nøkrum koppum av kaffi fari eg nokk at klára meg.

 

At enda við, hvørjum liði fert tú at halda við?

-Liðið, sum eg vanliga haldi við, Pittsburgh Steelers, er ikki í Superbowl í ár. Men um eg skal velja, so verður tað Broncos, tí teir hava so sterkt álop.

 

Um tú hevur hug at hyggja at Superbowl, men ikki skilur reglurnar, kanst tú taka eitt snarskeið HER 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.