- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjeppara-panelið

Dystir hava verið í ensku Premier League í vikuskiftinum. Allir dystirnir eru leiktir uttan toppdysturin millum Manchester City og Chelsea, sum verður leiktur seinni í kvøld klokkan 20:00.
Fjeppararnir eru kortini allir samlir klárir við feskastu viðmerkingunum til dystirnar!
Everton - Aston Villa: 2-1
Hallur Kranzz, Everton
- Júst sum Fønix, so reistu Everton menninir seg úr øskuni! Sum við so nógvum øðrum liðum, var tað eyðsýnt, at gestirnir ikki vóru komnir á Goodison fyri at spæla nakran líkinda fótbólt. Aston Villa spældu sera keðiligan, defensivan fótbólt og fingu eitt heppið mál. Tað tók eina løtu at fáa hol á, men frísparksperlan hjá Mirallas var absolutt verd at at bíða eftir! Nú eru Everton einans 2 stig eftir Liverbool á 4. plássinum og spenningurin er øgiligur. Next stop: White Hart Lane!
Arsenal - Crystal Palace: 2 - 0
Áki Dam Egholm, Arsenal:
- 3 umráðandi stig, og nú liggja vit fyribils á fyrsta plássi aftur. Vónandi stjelur Chelsea nøkur stig frá City, so at tað verður verandi soleiðis. Aftur ein keðiligur fyrsti hálvleikur frá okkara síðu, saknurin er stórur í Wilshere og Ramsey, men maður kemur í mans stað, og tað var eisini Chamberlain, sum avgjørdi dystin við tveimum flottum málum!
Newcastle United – Sunderland 0-3
Hans Petur Brekkstein, Newcastle:
- FÚL skomm!! At tapa heima ímóti fíggindanum, Sunderland(!), fyri triðju ferð á rað, er alt annað enn nøktandi. Teir vístu lítlan og ongan vilja at vinna dystin, meðan Sunderland vóru klárir frá fyrsta bríksli. Menn sum Remy, Colocini og Guoffran vóru ikki á liðnum til dystin, og hetta sást sera væl. Nú má mann bara hyggja burtur frá hesum sjokk úrslitinum og royna at finna ein góðan stima aftur.
Hull - Tottenham: 1-1
John Jacobsen, Tottenham:
- Hvat skal man siga um gongdina í løtuni? Hetta er als ikki gott nokk. Spæla javnleik ímóti einum vánaligum Hull liði. Hetta ber ikki til meira, vit hava eitt so gott lið, men tað fungerar bara ikki í løtuni. Her má onkur broyting koma í og tað skjótt eisini.
Stoke - Manchester United: 2-1
Tóri Rasmussen, United:
- Nógv er at siga um handan dystin, men tað, sum sermerkti hann, var tilfeldigheitir! Fyrsta málið hjá Stoke var reint held. Eitt bíligt fríspark og eitt óneyðugt sjálvmál! Seinna málið var sjálvandi fantastiskt sparkað inn, men tað kom eftir nakrar tilfeldigheitir í skerda verjupartinum hjá United. Høvdu teir bara klárað at lagt trýstið eitt sindur fyrr, eri eg ikki í iva um, at teir høvdu fingið útjavnandi málið. Eitt keðiligt tap, sum kemur at kosta nógv í stríðnum um fjórða plássið!
West Bromwich - Liverpool: 1-1
Trygvi Absalonsen, Liverpool
- Ein kolossalur feilur. Liverpool leggur seg á odda í fyrra hálvleiki. West Bromwich síggja ikki út til at vera tann stóra hóttanin, men so kom Kolo Toure. Hann leggur upp til ein púra frían Anichebe, sum lætt kann javna til 1-1. Liverpool megnaði ikki at svara aftur. Ein orsøk kann vera, at Suarez hevði verið ein laaangan býtúr kvøldið fyri (møguliga saman við Kolo?), og var tí ikki førur fyri at spæla fótbólt hendan dagin. Liverpool kundi við einum sigri havt 4 stig niður til Everton. Nú standa teir í einari keðilgari støðu, har teir noyðast at vinna á Arsenal næsta vikuskifti. Vónandi vera Corona ølirnar ikki opnaðar áðrenn tann dystin. YNWA!
Manchester City - Chelsea spæla í kvøld klokkan 20:00.
Heri Berg Jespersen, Chelsea:
- I kvøld mugu vit reisa okkum aftur og vinna - ella í øllum førum fáa ein javnleik móti City, sum eru uttan Aguero og Negredo. Kom sooo!!!!
Jógvan Martin Davidsen, City:
- Nú er trýst á at vinna dystin mánadagin! Arsenal hava vunnið, og Chelsea liggja eisini og lúra eftir toppinum! Vit mangla ein Aguero, og tað kann verða ein trupulleiki, um Jovetic ikki er klárur at traðka til. Men vit hava leikarar, sum skora og leggja upp, so tað er sanniliga møguligt, at vit koma út úr dystinum við fullum stigum. Eg eri sera spentur uppá hendan dystin, tað er nú, vit skulu vísa, hvar skápið skal standa og við steypinum á ovastu hill! Allez les bleu!
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




