Katrina tekur masterútbúgving í Shanghai

Katrina til listaframsýning í Shanghai
Katrina tekur masterútbúgving í Shanghai
- Í dag hava øll eina útbúgving, so tað er neyðugt at skilja seg burtur úr rúgvuni. Les um lestrarlívið í Kina og hví Katrina heldur, at fleiri føroyingar eiga at leita út um landamørk at seta síni spor
04.02.2014 - 18:15

Katrina Kalsø úr Klaksvík valdi fyri einum ári síðan at veittra heimligu umstøðunum farvæl og taka sína masterútbúgving í einum av heimsins skjótast vaksandi búskapum, Kina.

 

Altjóða skúli við høgum ambisjónum

Katrina lesur eina Master of International Business á Hult International Business School í Shanghai, Kina. Hon greiðir frá, at hon valdi Hult framum aðrar skúlar, tí hann hevur altjóða viðurkenning innan International Business, og skúlin leggur stóran dent á altjóðagerð. Á skúlanum ganga næmingar úr 139 ymiskum tjóðum, ið tosa 105 ymisk tungumál, og eftir átta mánaðir í Shanghai fer Katrina at enda sína útbúgving við fýra mánaðum á fakultetinum hjá Hult í Boston.

 

Hon greiðir frá, at hon valdi at fara til Kina, tí hon fegin vil arbeiða í altjóða vinnuni.

 

- Eg haldi, at Føroyar eru sera bundnar av marknaðinum uttanfyri landið, og skulu vit hava framgongd í landinum, noyðast vit at økja um okkara útflutning.

 

Fleiri føroyingar skulu kenna til Kina

Katrina leggur dent á, at hóast ein næmingur kann sita í Europa og lesa um asiatiska mentan og marknað, so kann ein ikki fáa veruligt innlit í Kina, um ein ikki hevur verið í Kina.

 

Hon valdi Shanghai, tí býurin er ein av størstu handilsbýum í heiminum, og tað er einans ein spurningur um tíð, til Kina verður heimsins størsti búskapur.

 

- Føroyska marknaðinum tørvar starvsfólk við innliti í asiatiska marknaðin, tí føroyskar fyritøkur síggja alsamt størri møguleikar í Kina sum handilsfelaga, og vit kunnu útflyta nógv higar framyvir.

 

Kina er áhugað í Norðurlondum

Sjálv sigur hon seg hava merkt, at kinesiski marknaðurin er áhugaður í útnorði, tí okkara ráðvørur er av hægstu góðsku. Katrina hevur tí vónir um, at fleiri føroyingar leita út um heimligu londini, tá teir nema sær útbúgving, tí tað er beinleiðis kunnleikin til umstøðurnar, sum útinna tey veruligu úrslitini í altjóða høpi.

 

- Við at vera burtur havi eg merkt, hvussu gott vit hava tað í Føroyum við reina umhvørvinum og stuttu frástøðunum. Heima geva vit okkum ikki far um tað, tí tað er okkum so kent, men hetta er nakað, ið vit veruliga kunnu marknaðarføra okkum við, tí tað er útheiminum so eksotiskt.

 

Vit skulu skilja okkum burturúr

Hóast Katrina hevur lisið í Danmark, Onglandi, Kina og skjótt í USA, so ætlar hon seinni at flyta aftur til Føroya.

 

- Í dag hava so at siga øll eina útbúgving, og tískil vil eg mæla øðrum næmingum at skilja seg burtur úr rúgvuni. Á tann hátt hevur ein betri møguleika at fáa eitt arbeiði ella skapa sítt egna, um ein til dømis vil gera um seg í vinnulívinum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.