Flappy Bird øsir fólk!

Flappy Bird øsir fólk!
Kenslurnar illsini og argilsi eru tær, ið seta dám á væl umtókta spælið Flappy Bird. Einkulta spælið hevur funnið sítt pláss millum spælarar kring heimin - eisini í Føroyum.
05.02.2014 - 21:45

Øll hata tað, men allíkavæl elska øll tað... Flappy Bird er mest niðurtikna spælið fyri tíðina. Tað er blivið alsamt vanligari at síggja fólk stara at eini telefon og rópa orð sum “nei!!!”, “fokk!!” og verri illbønir, meðan ein hond kanska verður klaskað niður í borðið av illsinni.

 

Tú ert ein lítil fuglur. Við at trýsta á skermin heldur tú tær uppi, og tað ræður um at finna javnvágina, so tú ikki dettur niður ella rakar rørini, sum eru forðingar. Tú fært eitt stig fyri hvørt rør, tú klárar at fara framvið. Tað er torført at halda fram leingi, og tá tú doyrt, gerst tú vitleysur.

 

Mann kann næstan siga, at spælið tryggjar illsinni og hýsterí. Men tað ber ikki til at steðga við at spæla! Ella okay, nú geri eg kanska í so nógv av. Men ein og hvør spælari burdi kent røddina í høvdinum, sum sigur: “kom, royn einaferð afturat,” aftan á, at fuglurin er flogin inn í eitt rør.

 

Eitt av teimum tingunum, sum hevur gjørt spælið so vælumtókt, er, at tað er so einkult. Har er bert ein bani, og mann skal royna at koma so langt sum yvirhøvur gjørligt við einans at trýsta á skermin.

 

Grafikkurin er tó ikki tann allar besti, og ið hvussu er ikki í mun til onnur spøl á Top 10 listanum hjá App Store og Google Play. Tað er 29 ára gamli Nguyen Ha Dong úr Vietnam, ið hevur framleitt spælið. Sjálvur sigur hann við Huffingtonpost í Bretlandi, at øll hansara spøl plaga at taka umleið einar 2-3 dagar at framleiða.

 

Hvat er títt met í Flappy Bird?

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.