Kvinde kend din krop - en håndbog

Kvinde kend din krop - en håndbog
Eg minnist enn bókina við súkklandi naknu kvinnuni á permuni. Hon stóð á bókahillini heima, og hon var soo flovislig, tá vinfólk komu á vitjan!
05.02.2014 - 17:30

Lítið visti eg, at hatta var eitt slóðbrótandi verk um kvinnukroppin. Bókin stendur enn á somu hill, og nú situr man sjálvur við nýggjastu útgávuni í hond. Talan er sjálvandi um 'Kvinde kend din krop'.

 

"Forstokket medicinsk system"

 

Í novembur í fjør kom fimta útgávan av bókini út. Á permuni sært tú baksíðuna á fimm naknum kvinnum, hvør umboðandi eitt tíðarskeið í lívinum. Einki er pakkað inn, formar eru formar, og onkur rumpa hongur, sum tær nú einaferð gera, tá man hevur rundað tey sjeyti.

 

Kvinde kend din krop varð fyrstu ferð útgivin í 1975. Tá var vitanin um kvinnukroppin ógvuliga avmarkað og merkt av fordómum og gomlum normum. Í forðorðunum á nýggjastu útgávuni stendur um fyrstu útgávuna: “Alt for længe havde et forstokket medicinsk system haft monopol på viden om kvinders kroppe, kvindesygdomme og kvindelig seksualitet. Men hvor var kvindernes egne erfaringer og viden repræsenteret? Ingen steder.”

 

Ein kann bara ímynda sær, hvussu slóbrótandi bókaútgávan man hava verið. Í dag liva vit í einum samfelagi, har øll hava atgongd til internet, og tað er eingin trupulleiki at finna svar til allar heimsins spurningar. Tabuevni og forboð eru ikki tey somu í dag, men tó múgvast hesi trúgv millum okkum og um okkum.

 

Ímyndin av kvinnukroppinum er broyttur frá 1975 til 2014. Vit eru meira von við at tosa um hann, og tað er staðfest, at kvinnukoppurin hevur eins nógvar tørvir og mannfólkakroppurin, í hvussu er í vesturheiminum. Men hóast vit eru komin langt innan kropsvísind og hava lagt ávís tabuevni aftur um okkum, fara tað altíð at koma nýggj rák, nýggj tabuevni og nýggir spurningar.

 

Kussomaten

Nýggjasta útgávan av 'Kvinde kend din krop' er slóbrótandi við teimum mongu myndunum, sum lesarin fær rá-serveraðar. Serliga kussomaten varð nógv umrødd ta tíðina, hon var frammi. Kussomaten er ein ‘fotoboks’, sum kvinnur kundu fara inn í og taka myndir av undirlívinum.

 

Fleiri kvinnur vamlast við teirra undirlív, og hetta kann ávirka bæði sjálvsvirði og sexlív. Tískil var kussomaten tikin í nýtslu, og í bókini síggjast 24 ginur, onkur rakað, onkur prýdd við ringum, men eingin pakkað inn.

 

- Ein handbók

Ætlanin við 'Kvinde kend din krop' er at kvinnur siga kvinnum frá kvinnukroppinum. Vit vita allar, hvussu ymiskur hann er frá kvinnu til kvinnu, og samstundis eru teir so líkir. Kvinnur kunnu við einum orði skilja hvørja aðra, og hetta er gjøgnumgangandi í bókini.

 

Á breddanum í nýggjastu bókini er alt frá tonkum, fordómum og fakta um alt frá mánaðarsjúku og fyribyrging til bróstageving, sex-vegleiðingar, porno, harðskap og mangt slíkt. Hetta eru alt evni, sum allar kvinnur á ein ella annan hátt kunnu kennast við.

 

Summar kvinnur vilja vera við, at orðavalið í bókini eru ov rátt, og at tær kenna seg stoyttar av myndunum. Tað kann vera nakað um tað, men hóast myndarøðirnar eru ógvusligar at byrja við, hava tey flestu longu vant seg við tær. Hetta er hóast alt ein partur av okkum øllum. Og einki er sum ein góð provokasjón.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.