Fjeppara-panelið: 25. umfar

Fjeppara-panelið: 25. umfar
Aftaná dystir hava verið í vikuskiftinum í Premier League, eru fjeppararnir hjá Röddini klárir við sínum viðmerkingum til sítt lið.
09.02.2014 - 23:45

Tað, sum hevur sett størstan dám á hetta umfarið, er heilt avgjørt eyðmýkjandi stórtapið hjá Arsenal, har Liverpool smurdu teir av 5-1. Við hesum mistu teir oddasessin, og Chelsea kunnu kalla seg nýtt oddalið í Premier League, eftir teir vunnu á Newcastle.

 

Sær tað ikki út til, at United viðhaldsfólk mugu venja seg við, at United liggja á 7. plássinum? Teir hava ikki flutt seg nógv í seinastuni, men harafturímóti eru Tottenham í ferð við at ota seg fram móti fjóðraplássinum.

 

Líkamikið hvat og hvussu, so eru fjeppararnir klárir við sínum viðmerkingum!

 

Liverpool – Arsenal: 5-1

Áki Dam Egholm, Arsenal:

 

- Ja, hvat skal mann siga? Haldi, at okkara pólski málverji var nokkso “spot on” tá ið hann segði “That was f....ing embarrasing!”. Um eg sjálvur skal seta fingur á tað, sum vit gjørdu rætt, so var tað einki, og hvat tað var sum vit gjørdu galið, ja so var tað alt. Tað einasta positiva sum kann takast frá hasum dystinum er tað, at hann er yvirstaðin. Mann kann eisini vóna, at hann gevur íblástur til eitt ordiligt aftursvar, tá vit taka ímóti Liverpool í Fa Cup.

 

 

Trygvi Absalonsen, Liverpool:

 

- Eg má viðganga, at vónirnar áðrenn hendan dystin vóru alt annað enn góðar. Liverpool við einari vánaligari verju (enn einaferð) móti oddaliðnum, Arsenal, so væntaði eg at síggja nógv mál. Og ja, har komu NÓGV mál!! Hetta vísti seg at vera ein dagur, har Liverpool manningin spældi sín lívsdyst, og Arsenal høvdu ein "offday". Teir fyrstu 20 min. var uttan iva tann flottasti fótbólturin, eg havi sæð í mínari tíð. Arsenal vórðu blástir av vøllinum. Ongin av liðunum vóru til at kenna aftur. Nú kann mann siga, at Sterling er blivin ein maður. Hann var ein konstant hóttan móti Arsenal. Hann er avgjørt ein framtíðarmaður fyri Liverpool og Ongland. 5-1 til okkara og vit hava Champions League pláss (og kanska meira?) í eygsjón. Takk fyri ein ógloymandi dyst, Áki :))) YNWA!!!

 

 

Norwich – Manchester City: 0-0

Jógvan Martin Davidsen, Manchester City:

 

- Eg føldi tað á mær, at hetta fór at henda. Nakrir leikarar máttu spæla við pínu. Norwich vita eisini at City hava ofta ilt við at fáa mál, um mann hevur 11 mans aftan fyri bóltin, og tað riggaði væl. City høvdu nakrar møguleikar, men ikki nógv at reypa um. Hvat skal mann siga? Eg eri ikki nøgdur, men tað hevði kunnað verðið munandi verri! Ein lítil takkarheilsan til Trygva og hansara Liverpool – tíbetur er tað enn stutt upp til 1. plássið. Allez les blue!

 

 

Chelsea – Newcastle United: 3-0

(Heri Berg Jespersen) Niels Uni Dam, Chelsea:

 

- Newcastle vóru komnir á Stamford Bridge fyri at verja seg til eitt stig. Í brotsteiginum lógu støðugt 8-9 Newcastle leikarar, og eftir nakrar miseydnaðar royndir, byrjaði mann at ræðast, at hetta fór at enda sum móti West Ham. Men Hazard var tendraður og Chelsea spældu væl. So tað var ikki yvirraskandi, tá Hazard spældi Ivanovic og rann inn fyri, har Ivanovic fann hann aftur, og vit vóru frammanfyri. Eftir hetta var lítil ivi um, at vit fóru at vinna, og tá Eto við einari fantastiskari avlevering gav Hazard møguleikan at leggja okkum framum 2-0, var eingin vegur aftur. Restin av dystinum var ikki serliga spennandi. Tá Lampard lat Hazard taka brotssparkið, ið vit fingu seint í øðrum hálvleki, so varð fyrsta hattrickið hjá Hazard fyri Chelsea veruleiki, og vit vórðu fremst í Premier League!

 

 

Chelsea – Newcastle United: 3-0

Hans Petur Brekkstein, Newcastle:

 

- Revsaðir av einum vælspælandi Edin Hazard og einum vælskipaðum Chelsea liðið. Hatta var ein dystur, har mann hopaði, Newcastle kundi yvirraska. Men sum flest allir Newcastle fjepparar vistu framman undan, so fór hetta ikki at verða ein løtt uppgáva. Eitt skaðaskert Newcastle-lið bardist væl, men tíverri uttan úrslit. Betur fótbóltsspæl var hesuferð, enn hvat teir vísti móti Sunderland. Næsta mikukvøld kemur Tottenham á vitjan á St. James's Park, og eg eri sikkur at Newcastle vinnur dystin. HWTL!!

 

 

Tottenham – Everton: 1-0

Hallur Kranzz, Everton:

 

- Hatta var lort! Everton spældu betri í dag, og Tottenham høvdu ikki nógv meir enn handan eina møguleikan at bjóða uppá. Um Everton høvdu havt bara ein áleypara tøkan, so høvdu vit fingið í minsta lagi eitt stig í dag, men so skuldi ikki verða!

 

 

Tottenham – Everton: 1-0

John Jacobsen, Tottenham:

 

- Endiliga kom ein sigur í hús, og vónandi er vend komin í nú, so at vit klára at koma í topp 4, hóast at tað fer at verða sera torført. Alt í alt eri eg sera tilfreds við sigurin í dag, sum var ímóti einum góðum Everton liði.

 

Manchester United - Fulham: 2-2

Tóri Rasmussen, Manchester United:

 

- Nú kunnu vit næstan vinka farvæl til hattar fjórða plássið! Tá man ferð eftir ferð ger sovorðnar brølarar i verjuni, má tað vera eitt tekin uppá, at tørvur er á broytingum! Hinvegin var hettar, stuttligt nokk, ein av bestu dystunum, vit hava spælt í ár reint spælmessiga. Nógv fín og vælspæld álop, har tað bara manglaði tað allar seinasta! Hevði tað ikki verið fyri einum sera djúptliggjandi Fulham liði og einum vælspælandi málmanni, hevði United nokk fingið fleiri mál, tí tað tyktist, at vilji var til staðar at vinna!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.