- Um mann vil nakað við fótbóltinum, er neyðugt at fara tíðliga

- Um mann vil nakað við fótbóltinum, er neyðugt at fara tíðliga
Bert 15 ára gamal flutti Brandur Hendriksson Olsen til Keypmannahavnar at spæla við FCK. Nú trý ár eru liðin, telist hann millum teir føstu á eykaliðnum hjá bestu deildini.
15.02.2014 - 18:15

Tá Brandur Hendriksson Olsen var bert 15 ára gamal, fekk hann boðið at koma niður at royndarvenja við FCK í tvær vikur. Hetta var í juni, og í septembur sama ár fekk hann boð um at koma niður aftur, og hesuferð varð sáttmáli undirskrivaður.

 

- FCK er størsta fótbóltsliðið í Skandinavia, og tað hevði altíð verið ein dreymur at spøla við teimum. Tí segði eg beinan vegin ja, tá eg fekk tilboð um at koma upp í felagið.

 

Trý ár eru nú liðin, síðan Brandur flutti úr Føroyum til Keypmannahavnar.

 

- Um mann vil nakað við fótbóltinum, er neyðugt at fara tíðliga, sigur hann avgjørdur. Fyrsta árið niðri var trupult. Foreldrini hava stuðlað mær allan vegin, og tað, at mamma flutti niður við, hevur gjørt alt lættari, men tó var tað ringt at vera uttan vinir og familju.

 

-Nú gongur tað væl við fótbóltinum, og eg eri komin væl til rættis við øllum, so eg hugsi ikki so nógv um, at eg leingist.

 

 

Sertilagað HF

Fótbóltur fyllir nógv í gerandisdegnum hjá Brandi, og nú er hann eisini farin undir at taka eitt sertilagað HF-skeið í Falkonergården.

 

Í staðin fyri tað vanliga HF, sum tekur tvey ár, tekur hetta skeiðið trý ár. Teir eru fimm úr sama liði, sum ganga í sama skúla.

 

- Tað hjálpir nógv, at vit eru fleiri í sama flokki. Samanhaldið á liðnum er gott, men eftir venjing fara vit sum oftast bara hvør til sítt. Vit síggjast jú hvønn dag í vikuni umframt dystir í vikuskiftinum, men vit eru góðir kollegar.

 

 

FC Barcelona

Brandur og U19 liðið hava staðið seg væl í UEFA Youth League, sum er kappingin millum ungdómsliðini hjá øllum liðunum í Champions League.

 

Teir hava vunnið á Real Madrid og spælt javnt móti Juventus og Galatasaray. Mikudagin gongur leiðin til Barcelona at spæla móti einum av sterkastu ungdómsliðunum í heiminum.

 

– Vit fara niður eftir einum góðum úrsliti, og vit vita, at vit kunna fáa eitt gott avrik. Seinastu dystirnir, sum vit hava spælt, hava verið javnir, men tó krevur hesin dysturin nógv, tí FC Barcelona hevur eitt tað besta ungdómsakademiið í heiminum. Vit hava góðar vónir, men tað krevur, at liðið hevur gott disiplin og arbeiðir hart. Vit koma at renna nógv.

 

Hvussu fyrireika tit tykkum til dystin?

-Vit venja og venja og venja! Samstundis hyggja vit at upptøkum av dystum, so vit kunnu greina teirra spælihátt. Vit greina teirra styrkir og veikleikar, og so venja vit, hvussu vit kunnu únytta hesar. Vit hyggja eisini at filmum frá undanfarnu dystunum, sum vit hava leikt, so vit kunnu síggja, hvat vit kunnu gera betri.

 

Brandur hevur havt fleiri góðar upplivingar við fótbóltinum, men ein heilt serlig var við U21 landsliðnum, tá teir í oktobur 2013 spældu ein sera javnan dyst móti Týsklandi.

 

- 10.000 áskoðarar, fult stadion og ein sera spennandi dystur, tað var nakað serligt. Dystirnir við FCK hava eisini verið fantastiskir, eitt nú tann móti Real Madrid. Nógv stendur upp á spæl týsdagin, tá vit spæla móti Barcelona, so tað verður eisini ein stór uppliving.

 


Framtíðin

Sáttmálin við FCK endar í summar, og nú Brandur er fastur maður á eykaliðnum hjá FCK, vónar hann, at sáttmálin verður endurnýggjaður. Um ikki, so fer hann út at leita eftir øðrum liðum, tí at ætlanin er uttan iva at liva av at spæla fótbólt.

 

- Ætlanirnar eru at liva av fótbóltinum og blíva yrkisleikari. Eg royni fyrst og fremst at fáa nokk av spælitíð og blíva ein profilur á einum liði. Nú eri eg so ungur, so tað hevur stóran týdning, at eg útvikli meg sum leikari. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.