Sunni SU matpakkin

Sunni SU matpakkin
Rugbreyð við í skúla og rugbreyð, tá mann kemur heim. SU lívið loyvir ikki nógvum fjølbroytni innan mat, og tí hava vit funnið eitt sunt, nemt og bíligt salat, sum er perfekt til matpakkan!
19.02.2014 - 14:00

Uppskriftin er til 1-2 persónar

 

 

Tú skalt brúka:

 

Hvíttkál

Eitt súrepli

Rosinur

Mandlur

                                         0,5 dl av limesaft

                                         1 spsk av rapsolju

                                         1 spsk av hunangi

 

 

 

Sker fyrst tunnar strimlar av káli. 

 

 

Blanda hunang, limesaft og olju. Stoyt blandingina omaná kálið og rør alt saman.

 

Sker súreplið í tunnar bátar.

 


Koyr súreplabátarnar í saman við kálinum og rosinum. Rør alt saman. 

 

 

Hakka at enda mandlurnar og stroy tær omaná restina av salatinum, og so er klárt at eta! 

 

 

Um tú hevur skund um morgnarnar ber til at hakka kálið kvøldið fyri.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.