Stættarmunir og leti kunnu fyribyrgjast

Frá ráðstevnuni
Stættarmunir og leti kunnu fyribyrgjast
Í dag var umrødda tiltakið 'Hvat um vit finna olju?' á Christiansborg, sum viðgjørdi tær avbjóðingar, sum ein møgulig oljuvinna kann føra við sær fyri Føroyar.
21.02.2014 - 18:15

Tiltakið kravdi tilmelding, og longu týsdagin boðaði Sjúrður Skaale frá á Facebook síðuni hjá tiltakium, at einki pláss var eftir.

 

Tað var eisini fult í høllini, sum tiltakið hevði fingið á Christiansborg. Flestu áhoyrararnir vóru ung, ið eru áhugað í hvussu verður við okkara kæru oyggjum, um vit finna olju.

 

Stevnan byrjaði við, at Sjúrður Skaale bjóðaði vælkomin, og síðani tók orðstýrarin Jón Brian Hvidtfeldt yvir og bjóðaði Ole-Anders Lindseth frá norska oljumálaráðnum vælkomnum.

 

Ole-Anders greiddi frá, hvussu oljuvinnan hevur verið fyri Norra, og hvussu Føroyar skulu fyrireika seg til eina møguliga oljuvinnu. Tað er umráðandi at seta allar neyðugar spurningar frammanundan og soleiðis rokna út fyrimunir og vansar.

 

Árni Olafsen segði frá oljugonguni um okkara leiðir, og hvussu uppskot hava verið samtykt og gloymd gjøgnum tíðirnar.

 

At ein drúgv fyrireiking stendur fyri framman, vóru flestu fyrilestrarhaldararnir samdir um. Oljuvinnan kann viðføra stættarmunir og leti, men við røttum tiltøkum kann hetta fyribyrgjast.

 

Flestu fyrilestrarhaldarir vístu á fyrimunir, vansar og spurningar, men eingin tóktist vita nakað ítøkiligt svar. Torbjørn Jacobsen var størsti kritikarin og segði bart út, at Føroyar ikki eru klárar til oljuna. 

 

Hvørt Føroyar eru klárar til eina møguliga oljuvinnu ella ikki, er óvist, men flestu tykjast samd um, at vit skulu vera varðin og fyrireikað.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.