“And the Oscar goes to…”

“And the Oscar goes to…”
Nú eru bert fýra dagar til Oscar heiðurslønirnar verða handaðar, og fyrireikingarnar eru í hásæti.
26.02.2014 - 17:45

Oscar heiðurslønirnar stava heilt frá 1929 og eru av mest virðismettu heiðurslønunum, sum verða latnar fyri bestu avrik innan filmsheimin.

 

Heiðurslønirnar verða latnar fyri millum annað besta film, besta sjónleikara, besta filmslag, flottastu búnar og mangt annað.

 

Ein av teimum nomineraðu er Meryl Streep, sum er nominerað sum besta kvinnuligan høvuðsleiklut í filminum, August: Osage County. Hon er nominerað fyri átjandu ferð, og tískil eisini mest nomineraði sjónleikari í Oscar søguni.

 

Millum allar nomineringarnar er danski filmurin, Jagten, sum er nomineraður fyri besta útlendska film.

 

Seinasta ár var danski filmurin, En kongelig affære, nomineraður sum besti útlendski filmur, men tá fór eysturríkski filmurin, Amour, við heiðurinum.

 

 

 

 

Les meira um tey nomineraðu HER.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.