- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hússj: Føroyingar fara ikki á “date”
Í amerikanskum filmum síggja vit, hvussu ein drongur hevur gott eyga á einari gentu og bjóðar henni út at eta. Gentan verður sera spent, saman fara tey á stevnumøti (hygg, hetta orðið er totalt kiksað), og dagurin endar kanska við einum mussi, eftir at hann hevur fylgt henni heim. Er hetta nakrantíð hent í Føroyum? Allarhelst ikki. At fara á “date” er líka fremmant fyri okkum sum kinesiskt. Reaktiónin hjá einari føroyskari gentu, um ein drongur hevði bjóðað henni út at eta, hevði verið… nei, har hevði ikki verið nøkur reaktión, tí tað hevði aldri hent. Um vit siga, at tey longu fjasast, møttust fyri nøkrum mánaðum síðani og kanska hava sovið saman nakrar ferðir, so hevði gentan kortini verið ræðslusligin: “Hvat hugsar hann fyri sær? Hvussu kann hann leggja so stórt trýst á meg og bjóða mær út at eta? Fólk fara at síggja okkum og halda, at hetta er okkurt ordiliga seriøst.”
Í Føroyum vendir alt faktiskt á høvdinum, og gongdin er tann øvuta. Í øðrum londum vilja fólk vera við, at álit skal koma fyrst, og at mann eigur at kenna hvønn annan, áðrenn mann svevur saman. Føroyingar hava ongan trupulleika við nakni, og fyrsta stigið í nýggjum parløgum er ofta at sova saman. Onkursvegna er tað minni awkward hjá føroyingum at mogga enn at fara á Hvonn at eta eina pitsu.
Vit bjóða ikki teimum, vit hava gott eyga á, út at eta, men aftaná vit hava smsað og kjattað saman í 1-2 mánaðar, bjóða vit teimum heim at hyggja at filmi (a.k.a. sova saman) ella koyra biltúr (góður máti at sleppa undan at verða sæddur av forvitnum eygum).
Men um vit ikki eru opin fyri at fara út at eta ella í biograf við fremmandum fólkum, hvussu ber tað so yvirhøvur til, at vit møta fólki, sum vit kunnu sova saman við og kanska gifta okkum við seinni? Rúsdrekka. Vit møtast í býnum. Full.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |