10 góð ráð til eina góða Oscars-veitslu

Myndir: makelifelovely.com / partyearth.com / gofunnybones.com
10 góð ráð til eina góða Oscars-veitslu
Í kvøld – ella í nátt føroyska tíð – verða Oscar-heiðurslønirnar handaðar. Og um tú ikki ert boðin við til stóru veitsluna í Hollywood, kanst tú líka so væl gera tína egnu veitslu heima við hús. Røddin gevur her 10 ráð til eina góða Oscars-veitslu.
02.03.2014 - 13:15

1. Bjóða tínum filmsáhugaðu vinfólkum heim til tín! Um tú vart í góðari tíð, hevði tú kunnað gjørt eina stuttliga og hátiðarliga innbjóðing, líkasum bloggarin her. Men eitt sms-boð riggar sikkurt akkurát líka væl.


2. Ger okkurt gott at eta! Sjálvt um tann ordiliga Oscars-veitslan er ein tann fínasta í heiminum, noyðist tú ikki at borðreiða við gourmetmati til tína egnu veitslu. Tosa við tínar gestir og finn útav, hvat tit vilja eta. Antin kunnu tit gera okkurt lætt saman – ella kunnu tit bíleggja okkurt úr býnum. Her kanst tú finna íblástur til eina matskrá!

 

3. Syrg fyri, at tit hava okkurt at drekka! Sjampanja hevði hóskað seg væl sum vælkomudrykkur, um man er til slíkt. Um ikki, kann cider í einum høgum glasi vera líka so fínt. Minst til at hava massar av sodavatni ella djús, so tit hava orku til at vera vakin langt út á náttina.

 

4. Hetta er alneyðugt! Poppkorn – keyp eina rúgvu, so tit kunnu halda tykkum mett alla náttina. Poppkorn mettar jú rættiliga væl, og tað hoyrur bara til!


5. Klæðini! Fyri at peppa tína veitslu upp, kanst tú biða tínar gestir lata seg pent í. Jakkasett, langir kjólar, uppsett hár og pussaðar skógvar hoyra heima á reyða loyparanum í Hollywood. Og eru tit enn í føstulávintshýri, kunnu tit akkurát tað sama fara all-in.

 

6. Tak myndir! Eru tit fínt ílatin, er tað eyka stuttligt at taka myndir. Og um tú hevur ein reyðan dúk, kanst tú gera tín egna loypara við inngongina, og heita á ein av gestunum um at vera myndafólk í kvøld. (Minst til at avmynda gestirnir frá teirra ringastu síðum, og gloym ikki at fanga tínar fínu gestir, tá teir detta av á sofuni í nátt. Tað er sannur Hollywood-stílur!)

 

7. Stuttlig innsløg! Her finnur tú eina skjóta spurnarkapping, sum Røddin hevur gjørt. Tú kanst skoyta eykaspurningar uppí. Tí sjálvt um The Oscars er stuttligt at hyggja eftir, er tað eisini rættiliga langdrigið, so tað kann vera neyðugt at peppa veitsluna upp við festligum innsløgum.

 

8. Røðan! Apropos festlig innsløg, so hoyrur ein takkarrøða til ein hvørja Oscar-veitslu. Takka tínum vinfólkum fyri alt møguligt. Og minst til at takka Guði og foreldrunum hjá tær. Tú kanst finna íblástur í takkarrøðunum hjá ymsum kendum sjónleikarum her!

 

9. Pynta! Fyri at peppa veitsluna enn meiri upp, kanst tú pynta stovuna ella kamarið í besta Oscars-stíli. Finn íblástur til pyntingina her!


10. Og so til tað týdningarmesta: Alla náttina kanst tú fylgja The Oscars, tí Kringvarpið sendur beinleiðis sjónvarp úr Hollywood alla náttina

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.